info
Ongi úrslit

Stórarbeiði liggur í tingnevndunum

Løgtingið kemur samanaftur mikudagin, men longu týsdagin byrjar tingarbeiðið aftur

Árni Gregersen, ting.fo
19. apríl 2019 kl. 12:32
Mikudagin klokkan 11 er tingfundur aftur, har tingið skal atkvøða um uppskotið hjá Magna Laksáfoss um elveitingarlógina skal koma aftur í tingið, sjálvt um rættarnevndin ikki hevur skrivað álit í máluinum. Júst hetta málið kann fáa avgerandi politiskan týdning. Men longu týsdagin er ferð aftur á tingarbeiðnum. Tá hevur trivnaðarnevndin fund við 20 punktum á skrá og 15 innkallingum- Innkallingar eru, tá ið nevndin sendir boð eftir fólki, sum hava servitan ella seráhugamál í málum, sum nevndin viðgerð. Ofta verða landsstýrisfólk, sum varða av málunum eisini boðsend. Eisini fíggjarnevndin hevur fund týsdagin við 23 málum á skrá. Har eru fimm innkallingar. Eitt av málunum, sum nevndin viðger hendan dagin, er byggingin av tjóðleikhúsi og fíggingini til tess. Mikudagin hava fleiri aðrar nevndir fund - eisini við longum fundarskráum. Fyri at venda aftur til atkvøðuugreiðsluna týsdagin um uppskotið um broytingar í elveitingarlógini, so  er tað uttanflokkatingmaðurin Magni laksáfoss, sum hevur lagt tað fram og kravt tað aftur í tingsalin. Júst hetta málið kann avgera, um samgongan fær meirluta fyri sínum uppskotum, tað sum er eftir av tingsetuni.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

16 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

17 tímar síðan

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

5 tímar síðan

B68 hevur sett nýggjan venjara

14 tímar síðan

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

6 tímar síðan

Valdi brúdleyp fram um steyp – og hevði gjørt tað aftur

21 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Steingja Niels Finsens gøtu í eitt samdøgur vegna Slaktið

32 minuttir síðan
Tíðindi

Vestergaard: Kósin er sett – Suðuroyggin skal hava fast samband

49 minuttir síðan
Tíðindi

Dagsins mynd: Gosið í Anak Krakatau sæst úr rúmdini

57 minuttir síðan
Tíðindi

Sløkkiliðsfólk heiðrað

1 tími síðan
Tíðindi

Russiskt loftálop á Kyiv í nátt

1 tími síðan
Tíðindi

Landsliðsúttøkurnar vera mánadagin

2 tímar síðan
Tíðindi

Upsi og aling - hvat vita vit?

2 tímar síðan
Tíðindi

Fimm lótu lív í bussvanlukku í Sveis

3 tímar síðan
Tíðindi

Putin er í India á BRICS-toppfundi

4 tímar síðan
Tíðindi

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

5 tímar síðan
Tíðindi

25 ár síðani heimurin broyttist

5 tímar síðan
Tíðindi

Hongkong-aktivistar fongslaðir fyri minningarhald

6 tímar síðan