info
Ongi úrslit

Starvsfólk á kjarnorkuverki í Ukraina dripið í dronuálopi

Tað var longu tíðliga eftir russisku innrásina í Ukraina í februar í 2022, at russiski herurin tók ræðið á kjarnorkuverkinum

Vilmund Jacobsen
9. november 2026 kl. 14:22

Eitt starvsfólk á ukrainska kjarnorkuverkinum Zaporizjzja er dripið í einum dronuálopi í dag.

Tað veit altjóða kjarnorkustovnurin IAEA at siga, og tað er Reuters sum endurgevur.

Einki verður sagt um, hvør framdi álopið, sum kostaði starvsfólkinum lívið.

Kjarnorkuverkið Zaporizjzja er við sínum seks reaktorum hitt størsta í Evropa.

Tað var longu tíðliga eftir russisku innrásina í Ukraina í februar í 2022, at russiski herurin tók ræðið á verkinum.

Um vikuskiftið frættist, at verkið hevði mist eksterna streymin.

Neyðugt var tískil at brúka neyðaggregat til framleiðslu av streymi fyri at køla niður reaktorarnar.

Seinni í gjár frættist so aftur, at nú hevði kjarnorkuverkið fingið eksterna streymin aftur.

´

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

17 minuttir síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

40 minuttir síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

1 tími síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

1 tími síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

3 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

4 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

4 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

5 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

5 tímar síðan