Tað sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann, sum hevur spurt um kommunala útjavning og nýggja fíggingarleistin fyri eldraøkið. Málið er reist sum ein §52a-fyrispurningur til landsstýrismannin í fíggjarmálum.
Sambært Aksel V. Johannesen, landsstýrismanni, hevur verandi fíggingarleistur í stóran mun fylgt útreiðslutrýstinum, síðani eldraøkið varð lagt út til kommunurnar í 2015.
Men hetta fer ikki at halda fram.
Vøksturin í skattainntøkunum frá eftirlønarinngjøldum er nú við at hasa av, samstundis sum talið av eldri fólkum heldur fram at vaksa.
– Fortreytirnar hjá kommununum eru ymiskar, og tí er vandin fyri, at vaksandi trýstið á útreiðslurnar til eldraøkið fer at økja um ójavnan millum økir í landinum, bæði í mun til skattatrýst og tænastustøði, skrivar Aksel V. Johannesen í svarinum.
Útjavning kann gerast partur av nýggju skipanini
Ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri landið og kommunurnar arbeiðir við einum nýggjum fíggingarleisti fyri eldraøkið. Ætlanin er, at bólkurin skal koma við sínum tilmælum seinni í ár.
Aksel V. Johannesen hevur í hesum sambandi biðið arbeiðsbólkin eisini lýsa eina møguliga blokkstuðulsskipan og hvørjar fyrimunir og vansar ein slík skipan kann hava.
Arbeiðsbólkurin er tó ikki avmarkaður til júst hesa loysnina, men kann koma við øðrum tilmælum.
Landsstýrismaðurin staðfestir, at nýggi fíggingarleisturin má taka hædd fyri, at munurin millum økini í landinum ikki gerst ov stórur. Hvussu hetta ítøkiliga skal gerast, verður latið arbeiðsbólkinum at gera tilmæli um.
Kommunusamanlegging ikki partur av arbeiðinum
Jóhannis Joensen spurdi eisini, um ein kommunal útjavning kann verða treytað av kommunusamanleggingum.
Tað er ikki partur av arbeiðssetninginum hjá arbeiðsbólkinum.
Men landsstýrismaðurin vísir samstundis á, at vaksandi trýstið á eldraøkið kann gera spurningin um kommunubygnaðin meira viðkomandi.
– Hóast kommunusamanlegging ikki er partur av arbeiðssetninginum hjá arbeiðsbólkinum, er greitt, at við øktum trýsti á eldraøkið verður í framtíðini enn meira tørvur á at hugsa kommunurnar í nýggjum samanhangi, skrivar Aksel V. Johannesen.
Tá tilmælið frá arbeiðsbólkinum kemur seinni í heyst, er ætlanin at fara undir samráðingar við kommunurnar um nýggja fíggingarleistin fyri eldraøkið.