Í morgin klokkan 17 spælir føroyska U21-landsliðið næstseinasta EM-undankappingardystin í undanbólki C.
Dysturin, ið verður leiktur á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík verður leiktur móti Luksemborg.
Higartil hava Føroyar tryggjað sær 12 stig, ið er met í einari U21-undankapping. Við javnleiki ella sigri í kvøld bøta Føroyar um metið.
Tað verður ein altjóða óroyndur dómari, ið fer at leiða dystin millum Føroyar og Luksemborg.
33 ára gamli, Vilius Paulauskas úr Litava bleiv tíðliga í ár tilnevndur sum FIFA-dómari. Vilius Paulauskas hevur tó dømt dystir í bestu litavisku fótbóltsdeildini síðani 2020.
FØROYAR-LUKSEMBORG
Dómari: Vilius Paulauskas LTU
Hjálpardómari 1: Simas Kartočius LTU
Hjálpardómari 2: Edvardas Korotkovas LTU
Fjórði dómari: Egidijus Amšiejus LTU
UEFA dómaraeygleiðari: Rune Pedersen NOR
UEFA umboð: Styrbjörn Oskarsson FIN