Fiskiskapurin eftir svartkalva í Suðurgrønlandi er í einari positivari gongd, og í summar gjørdi grønlendska landsstýrið av at hækka kvotuna á 420 tons við 350 tonsum aftrat. Hetta er í umsitingarøkinum, Paamiut og Qaqortoq.
Endamálið við hækkingini er at tryggja, at útróðrarmenn kunnu fiska alt áirð og fyri at tryggja framleiðsluna á fiskavirkjunum í økinum.
Longu miðskeiðis í juli í ár var svartkalvakvotan hjá útróðrarmonnum á 420 tons næstan uppfiskað. Tá vóru bert 19 tons eftir at fiska - ella umleið 15 prosent av samlaðu kvotuni.
Tí gjørdi grønlenska landsstýrið av at veksa kvotuna av svartkalva við 350 tonsum, soleiðis at samlaða kvotan í umsitingarøkinum nú var á 770 tons.
Hóast hækkingin kom væl við hjá lokalu útróðrarmonnunum í Suðurgrønlandi, halda menn nú, at kvotan av svartkalva fyri árið eigur at verða munandi hægri.
Grønlendsk hagtøl siga, at nú eru 65 prosent av kvotuni á 770 tons fiskað, og tí er ivasamt um tey 271 tonsini, sum eru eftir fyri árið 2023, eru nóg mikið til, at veiðan hjá útróðrarmonnum kann halda fram alt árið.
Ein av teimum, sum er í iva, er Ole Jørgen Davidsen, sum bæði er formaður fyri fiski-og veiðimannafelagið í Narsaq og stjórnarlimur í KNAPK, sum er grønlendska fiski-og veiðimannafelagið.
Hann letur væl at fiskiskapinum í Narsaq-økinum í summar og sigur, at tað saktans ber til at liva av at fiska svartkalva í Suðurgrønlandi, soleiðis sum veiðan hevur verið higartil í ár.
Skal fiskiskapurin hjá útróðrarmonnum eftir svartkalva mennast í Suðurgrønlandi, verður neyðugt at veksa um kvotuna.
- Vit vóna tískil, at landsstýrið vil leggja aftrat kvotuni á 770 tons einaferð enn, um tað vísir seg at gerast neyðugt, soleiðis at útróðrarmenn kunnu fiska alt árið, sigur Ole Jørgen Davidsen við Sermitsiaq.