info
Ongi úrslit

Tá kvinnur bluffa

Vil lýsa nøkur viðurskifti og spyrja hvussu samfelagið og kvinnan hevur tað í hesi tilgongdini, at fáa fleiri kvinnur í hægri størv.

Bergun Kass
29. apríl 2022 kl. 14:03

 

Í løtuni tykist nógv snúgva seg um útbúgvingar og netverk, og í almenna høpinum eru kvinnur skrásettar útbúgvingarliga við atliti til hægri størv og uppgávur.

Trupulleikin er bara, at útbúgvingin ikki borgar fyri vísdómi ella kvinnuvísdómi.

‘Visdom betyder, at man kan omsætte viden med indsigt, forståelse og dømmekraft. Man er god til at se ting i et større perspektiv og har en forståelse for livets forskellige facetter, som gør man kan se tingene i en større sammenhæng.’

Sjálvsagt kunnu vit spyrja um ikki hetta eisini er galdandi fyri menn, at útbúgving og vísdómur eiga at hanga saman, og sjálvsagt er svarið játtandi.

Men av tí at tilfeingið av monnum, sum bjóða seg fram, reint søguliga, er størri – kann roknast við at vísdómur og útbúgving, í størri mun, kunnu gera seg galdandi, enn tá kvinnur skulu inn, tí tær eru kvinnur við útbúgving og nógv færri eru at velja ímillum, í og við at hugt verður eftir skipaðum útbúgvingarlista ella forvitnast í  skipaðum hópi.

Tí hetta við hópi og at síggja hægri uppgávur sum eitt ‘ta selv bord’, gera kvinnurnar nú sær dælt av við at stovna netverk, bólka seg, seta upp atkomutreytir og fjálga um sítt tilverugrundarlag sum bólkur, egnaðar til hægri størv.

Fyri tað fyrsta umboða kvinnurnar ikki vísdóm, men útbúgving og fyri tað næsta umboða tær ikki kvinnur sum heild, men seg sjálvar og seg sjálvan.

Tað verður samrátt og peika á hvørja aðra sínámillum – og óivað eitt sindur upp á skift, so at grundarlagið undir samstarvinum og felagsskapinum hevur sítt tilverugrundarlag.

Spurningurin kann verða um kvinnurnar brúka meg og teg og aðrar kvinnur sum skálkaskjól fyri sær sjálvum og at hetta arbeiði millum kvinnur verður gjørt til kvinnusak, kvinnustríð ella hvat vit skulu kalla hetta.

Sakin er bara, at hetta rákið er ódámligt, tænir ikki samfelagnum og er beinleiðis í andsøgn við kvinnustríðið, kvinnuleiklutir og ta framgongd, sum eitt samfelag skal fáa av at hava eina sunna samanrenning millum kvinnu- og mansvísdóm. Í mongum føri millum tað smáa og tað stóra, bæði púra treytað av hvørjum øðrum, til gagns hjá kvinnu og mann, gentu og drongi ella samfelagsfamilju og familju, sum heild.

 

Bergun Kass

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Golden League: Stórtap við nøkrum góðum avrikum

3 minuttir síðan
Tíðindi

Varastjóri við læknafakligari bakgrund settur í Sjúkrahúsverkinum

18 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Áki og liðfelagarnir tóku ikki av málmøguleikunum

28 minuttir síðan
Tíðindi

Tvær markant­ar rødd­ir í danska út­lend­inga­kjaki­num til Føroya

41 minuttir síðan
Tíðindi

Leirvíkartunnilin stongdur í nátt.

48 minuttir síðan
Tíðindi

Koyrilíkindini: Upp í 36 m/s

1 tími síðan
Tíðindi

Íslendingar vilja hava nýggja ali­lóg sam­tykta í vetur

1 tími síðan
Tíðindi

Brot á fiskivinnulóggávu: Trý framvegis varðhaldsfongslað

2 tímar síðan
Tíðindi

Elsa Berg váttar: Javn­að­ar­flokk­ur­in koyrdur á dyr

2 tímar síðan
Tíðindi

Lúka brotnaði – 19 minuttir seinni var Jökull sokkin

3 tímar síðan
Tíðindi

Sjey fóru av fundi tá bý­ráð­ið skuldi taka støðu til gegn­ið hjá Bergi

3 tímar síðan
Tíðindi

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

3 tímar síðan