info
Ongi úrslit

TeenStreet legan í Týsklandi endar í dag.

Flestu føroyingarnir koma heim við Atlantsflogi seint í kvøld.

Eyðun á Lakjuni
1. august 2024 kl. 10:35

Síðani seinasta hósdag hava uml. 180 føroyskir tannáringar saman við eini 100 føroyskum hjálparfólkum verið á TeenStreet legu niðri í Suðurtýsklandi.

Legan hevur gingið ómetaliga væl í allar mátar. Veðrið hjá teimum hevur eisini verið sera gott, og fyri tað mesta hevur tað verið við góðum sólskinsveðri og nógvum hita.

Á pallinum er tað føroyski bólkurin, sum nú hevur verið við í nøkur ár, ið hevur leitt lovsangin. Bæði ljóðblanding og ljósframleiðsla er eisini leitt av føroyingum. Og nógv verður gjørt burturúr á hesum økinum, so alt kundi verða so gott sum møguligt. Hans Poulsen hevur ljóðblandað og Villiam Soo Joensen hevur staðið fyri ljósinum. Ja, mann kann siga at pallurin  og framleiðslan her við ljóði og ljósi og góðum tónleiki ikki stendur aftanfyri tað allarbesta, vit hava sæð heima í Føroyum. Í so máta hava okkara ungu verið verið “forkela” í ríkiligt mál.

Myndin er ikki tøk

Í kvøld endar legan, og tey flestu fara heim tíðliga í morgin. Men longu í kvøld kl. 20 koma bussarnir inn á økið eftir føroyingunum, sum skulu flúgva heim úr Strassbourg, og klokkan hálvgum eitt í nátt lenda tey so í Vágum móð og troytt, men eisini glað eftir eina sera góða og væleydnaða legu.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

ÍBV misti sigurin í yvirtíðini

17 minuttir síðan
Tíðindi

AfD vinnur – flokkurin hjá Merz er undir tinggáttini

44 minuttir síðan
Fótbóltur

Mjällby hevur bert fingið tvey stig í seks teimum seinastu dystunum

47 minuttir síðan
Tíðindi

Faðir og sonur heimsmeistarar

1 tími síðan
Fótbóltur

Sandnes ULF tapti - Mattias H. Lamhauge var vrakaður hjá Strømsgodset

1 tími síðan
Fótbóltur

Burn: EB vann søguligan sigur - H71 og Kyndil vunnu eisini sínar dystir

1 tími síðan
Hondbóltur

SMS: EB vann annan dystin á rað

1 tími síðan
Tíðindi

Búskapurin hjá Iran er tódnaður undir krígnum

2 tímar síðan
Tíðindi

Flokk­urin hjá Putin fær 57 pros­ent í fyrstu upp­teljingini

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Miðlastuðulin er politiskt mál – ikki embætismannamál

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan stovn­ar nýggja fyri­byrg­ingar­eind

2 tímar síðan
Tíðindi

AfD vil tosa við allar flokkar um at skipa stjórn

3 tímar síðan