Tveir russisktsinnaðir teldusníkabólkar siga seg standa aftan fyri telduálop móti køli- og frystiskipanum í evropeiskum matvøruhandlum.
Tað upplýsir danska Styrelsen for Samfundssikkerhed sambært Ritzau.
Stovnurin leggur tó dent á, at tað enn er ov tíðliga at siga, um bólkarnir hava havt nakran leiklut í álopunum.
Fleiri handilsketur hava síðan mánadagin boðað frá trupulleikum við køliskipanunum. Danskir myndugleikar kanna, um danskar fyritøkur eisini eru raktar.
Stovnurin ávarar um, at líknandi álop kunnu raka Danmark, og heitir á fyritøkur, myndugleikar og felagsskapir um at kanna trygdina kring køli- og frystiskipanir sínar.
Samstundis verður víst á, at russisktsinnaðir teldusníkabólkar javnan siga seg standa aftan fyri álop. Sjálv umrøðan kann vera eitt amboð til at skapa ótta og ótryggleika, sigur stovnurin.
Ritzau