info
Ongi úrslit

Tilboð og tænastur í Almannaverkinum lata upp aftur

Avmarkingarnar í tilboðum og tænastum hjá Almannaverkinum verða tiknar av mánadagin 31. august

Terji Nielsen
28. august 2020 kl. 13:47
Onki starvsfólk og ongin borgari í Almannaverkinum er í løtuni smittaður við koronavirus, og sum er, eru einans 5 starvsfólk í sóttarhaldi. Tí ber til - við ávísum varni - at lata tilboðini fult uppaftur. Góða støðan í Føroyum viðvíkjandi koronasmittuni hevur við sær, at Almannaverkið hevur avgjørt at taka av avmarkingarnar, sum vóru settar í gildi í ávísum tænastum og tilboðum hjá stovninum tann 14. august. Starvsfólk og borgarar tóku saman við føroyingum á seg uppgávuna at minka um smittuvandan, sum hevði hug at taka dyk á seg aftur í Føroyum stutt eftir ólavsøku. Støðan í Almannaverkinum er í løtuni tann, at eingin borgari og onki starvsfólk eru smittað við koronasmittu, meðan fimm starvsfólk eru í sóttarhaldi. Tað merkir at, at kalla øll starvsfólk í Almannaverkinum eru tøk og fús at fara til verka. Øll vardu verkstøðini, frítíðartilboð, klubbtilboð og umlættingartilboð lata tískil upp sum vanligt mánadagin 31. august. Tað sama er galdandi fyri endurvenjing og hjálpartólatænastuna. Avgerðin at lata uppaftur er tikin í samráð við koronaráðgevingina. 

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

Í gjár kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

Í gjár kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Frá grafikkortum til AI-stjørnu: Nú er Nvidia-stjórin undir trýsti

5 minuttir síðan
Tíðindi

Jólasøla í Verkhúsinum Virkni hetta vikuskiftið

47 minuttir síðan
Tíðindi

Jarðfeingi bjóðar út keyp av 150 tonsum av CO₂

1 tími síðan
Tíðindi

Kunnu fáa danska hjálp at finna út­lendsk­ar í­leggj­arar

2 tímar síðan
Tíðindi

Borgarstjórar um­røddu Suður­oyar­tunn­ilin og Smyr­il við løgmanni

3 tímar síðan
Tíðindi

Bilur fór á glið og rakti mótkoyrandi bil

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggja blaðið er tókt á netinum

4 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis vann THW Kiel seg í steypafjórðingsfinaluna

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Jákup B fegnast um at vera við landsliðnum aftur

10 tímar síðan
Tíðindi

Framgongd er tengd at hvussu USA tosar við Russland

11 tímar síðan
Hondbóltur

St. Gallen vann triðja dystin á rað

11 tímar síðan
Tíðindi

Demokratar vinna senat­ssess í Missi­s­sippi fyri fyrstu ferð í 44 ár

11 tímar síðan