info
Ongi úrslit

U18-kvinnurnar leiktu javnt í seinna dystinum móti Turkalandi

Føroyar vunnu fyrra dystin móti Turkalandi

Heri Simonsen
2. juni 2026 kl. 18:15

HSF skrivar:

- Javnt í Ankara

Talan gjørdist aftur um ein sera javnan dyst millum føroysku U18-kvinnurnar og Turkaland í seinna vinardystinum millum londini. Í mun til fyrra dystin, vóru tað Turkaland, sum vóru á odda tað mesta av dystinum, men okkara javnaðu fá sekund fyri leiklok til 23-23, eftir at Turkaland var á odda 12-11 í hálvleikinum.

Dysturin var javnur so at siga allan vegin, og vóru tað ongantíð meira enn tvey mál á muni. Tað vóru tó Turkaland, sum fyri tað mesta høvdu leiðsluna. Meðan okkara fyri tað mesta royndu seg við ein móti einari spæli, so koyrdu Turkaland meira við krossspælið og langskotum. Hetta hepnaðist heldur betri hjá turkum í fyrra hálvleiki, sum eisini vóru á odda 12-11 við steðgin. Turkaland hildu eisini leiðsluna nærum allan seinna hálvleik, men gjørdu okkara ein vørr seinastu løtuna og fingu hálað ein javnleik heim, 23-23.

Talan hevur verið um eina sera góða U18 venjingarlegu í Ankara í Turkalandi, har turkiska hondbóltssambandið hevur sera góðar umstøður teirra høvuðsæti. Talan hevur eisini verið um tveir sera tættar og gevandi vinardystir, móti einum turkiskum liðið, sum júst hevur verið hóskandi mótstøða í mun til støði. Samlingin hevur verið liður í fyrireikingunum til altjóða EHF kapping, sum verður næsta summar.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Amilia Agnarsdóttir 5
Halla Haldansen 5
Fríða Eysturún Rubeksen 4
Maria Poulsen Hellisdal 2
Emily Andresen 2
Lý Dávadóttir 2
Martha Rógvadóttir Thorsen 2
Meta av Fløtum 1

Skrivar HSF.

Fyrri dysturin móti Turkalandi endaði við 21-19 (12-10) sigri til Føroyar. 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

13 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Champions League: Liðini hjá Hákuni og Jóhan vunnu á útivølli

1 minuttur síðan
Fótbóltur

Martin og Áki vóru við til at vinna søguligan sigur hjá Mjällby

21 minuttir síðan
Tíðindi

Yvirlýsing frá friðarrørsluni: Raðfesti friðarmentan heldur enn krígsmentan,

41 minuttir síðan
Hondbóltur

Pauli og liðfelagarnir leiktu aftur javnt 29-29 í kvøld

1 tími síðan
Tíðindi

Filmisk styrki í Kringvarpinum

1 tími síðan
Hondbóltur

Elias gjørdi góðan mun hjá THW Kiel seinastu løtuna av dystinum

1 tími síðan
Tíðindi

Fimm starvsdagar á Býarbókasavninum í Havn

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: GOG vann greiðan sigur á Kristianstad (Champions League)

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýtt frá Rana: Vit hava gingið

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Tá pengar tryggja politiskt vald

2 tímar síðan
Tíðindi

Almennur fyrilestur: Málførleikar, integratión og avleiðingar av málroyndum

3 tímar síðan
Tíðindi

Aloma Davidsen in memoriam

3 tímar síðan