Føroyar eru komnar í innleiðandi bólk við Monaco og San Marino. Fyrsti dysturin verður í morgin 3. oktober kl. 11.00 í móti Monaco. Kl. 19.30 verður leikt ímóti vertunum úr San Marino.
Tað átti at verið sannlíkt, at føroyska liðið leikar seg víðari til aðra hálvfinaluna - antin sum vinnari av bólkinum ella sum nummar 2 í bólkinum. Vinna føroysku kvinnurnar bólkin, verður hálvfinalan ímóti nr. 2 úr hinum bólkinum. Tann dysturin verður sunnudagin kl. 8.30. Verða genturnar nr. 2 í bólkinum, skulu tær møta nr. 1 í hinum bólkinum. Tá skulu tær leika hálvfinalu sunnudagin kl. 11.30.
Finalan í kappingini verður sunnudagin kl. 18.30.
Høvuðsvenjarin, Marjan Nikolic, hevur úttikið hesar leikarar til undankappingina: Elisabeth Norðoy Vilhelmsen, Edna Henriksen, Anna Katrina í Haraldstovu, Arina joensen, Osla Johannesen, Savanna Onghamar, Marjun á Mýrini, Maria Teresa Vitalis, Maia á Lakjuni, josefina Ingibjørg Fjallsbak, Petra Radinovic Panic, Maria Hovgaard