Heili 75 mál vóru skotin í dystinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, tá liðið hjá Bjarna í Selvindi og Allani Norðberg, Valur í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík vann 40-35 á Þór. Í steðginum var Valur á odda 23-18.
Bjarni skoraði seks mál upp á 10 málroyndir, og hann legði upp til trý mál. Allan skoraði fýra mál upp á fimm málroyndir, og hann legði upp til eitt mál.
Valur er nummar fýra í deildini við seks stigum fyri fimm dystir.
Sunnukvøldið klokkan 19 verður føroyingauppgerð í Kópavogi. Tá taka Trúgvi Hávardsson og liðfelagarnir móti Jóhannes Bjørgvin, Tóka Fríðrikssyni og hinar á liðnum hjá Stjörnuni.