info
Ongi úrslit
Her í ítróttarhandli sínum í Syðrugøtu, Sparta Sport, leggur Páll taktikkin, landsliðið skal fylgja í komandi dystum.

Páll Guð­laugs­son: Før­oyski tjóð­sang­ur­in rør­ir tað innasta í mær

25. januar í 1991 hevði Sosialurin eina stóra samrøðu við landsliðsvenjaran Páll Guðlaugsson, ið blaðið skírdi sum »ein rótføroyskur íslendingur«

Eirikur Lindenskov
2. oktober 2026 kl. 15:45

25. januar 1991: Sosialurin hevur gjørt stóra samrøðu við landsliðsvenjaran Páll Guðlaugsson. Í samrøðuni greiðir hann millum annað frá, hvussu hann kom til Føroya, og hvussu tað kennist at vera komin í miðdepilin eftir Landskrona-sigurin á Eysturríki 12. september í fjør

Orð og myndir:
Hilmar Jan Hansen

Grein í Sosialinum 25. januar í 1991.

 

Øll kenna vit myndina á sjónvarpsskíggjanum tað minniliga mikukvøldið í september í fjør, og øll kunnu vit eisini síggja hana fyri okkum:

Dómarin í EM-dystinum hevur bríkslað dystin í Landskrona millum Føroyar og Eysturríki av, og Føroyar hava vunnið. Á skíggjanum síggja vit ein mann við blonkum eygum.

Úr andliti hansara lýsir ein rørandi gleði. Hann hevur tó bæði beinini á jørðini, og øll vita vit nú, at hann hevði rætt: Føroyar kundu megna tað!

Til Føroya í ’78

Maðurin er Páll Guðlaugsson.

32 ára gamalur og ættaður av Heimaey í Vestmannaoyggjunum í Íslandi.

Men nú hevur hann búð í Føroyum í skjótt fleiri ár:

„Í 1978 kom eg á fyrsta sinni til Føroya,” greiðir Páll frá, meðan vit seinnapartin hósdagin sita við hvør sínum kaffikoppi í Bartalsstovu í Syðrugøtu. „Eg kom higar á vitjan, men tá eg eftir ætlan skuldi farið heimaftur, var so lítið av arbeiði í Vestmannaoyggjum, at eg valdi heldur at vera verandi her.”

Nú – 13 ár seinni – býr Páll framvegis í Syðrugøtu, og her trívist hann væl.

„Síðani hevur ein fingið familju her, so bondini til Gøtubygd eru fleiri,” sigur Páll.

Stóð í vindeyganum

Fyrstu ferð, Páll sá Maigun, konu sína, var ta fyrstu ferðina, hann kom til Føroya.

„Fyrstu ferð eg kom hendanvegin, kom eg á vitjan hjá Gísla Magnússon, sum var venjari hjá GÍ í 1978 og 79,” greiðir Páll frá. „Tað fyrsta eg tá gjørdi eftir at vera komin til landið, var at koma higar at keypa bensin.”

Ta fyrstu ferðina møtti hann tó ikki Maigun: „Eg minnist, at tað var systir hennara, ið gav mær bensin, men Maigun stóð í vindeyganum hjá teimum.”

So um ein ikki kann siga, at tað var kærleiki við fyrsta eygnabrá, var í hvussu er áhugi.

Síðani er nógv vatn runnið í ánna. Maigun og Páll eiga ein son, sum nú er níggju ára gamal, og fyri tveimum árum síðani keyptu tey hús í Syðrugøtu.

Lærdi á skipasmiðjuni

Í 1980 fluttu Páll og Maigun til Havnar, har hann fór í læru á Tórshavnar Skipasmiðju.

Tá hann kom til Føroya úr Íslandi var hann jú ikki meira enn 20 ára gamal, so gott var at fáa lært seg okkurt handverk.

„Fyrst lærdi eg til sveisara á skipasmiðjuni. Tá tað so var fingið frá hondini, helt eg fram og lærdi til skipsbyggjara,” fortelur Páll. „Vit búðu soleiðis í Havn hesi trý árini.”

Í 1983 byrjaði Páll so spakuliga at venja yngru deildirnar hjá GÍ í fótbólti, og gjørdist tað tí heldur strævið at skula vera bæði í Havn og í Gøtu.

„Vit fluttu so innaftur til Gøtu, og her hava vit stórt sæð verið síðani, burtursæð frá einum tíðarskeiði í Íslandi.”

Ikki gloymt Ísland

Hóast Páll nú hevur búð í Føroyum í 13 ár, hevur hann kortini ikki gloymt Ísland.

„Tað kemur eisini meiri enn so fyri, at mær leingist heim,” sigur hann. „Serliga ávísar dagar kann long sulin stinga seg fram, eitt nú tjóðdagin, á nýggjárinum og so vorðið.”

Hann sigur annars, at hann nú er so vanur at tosa føroyskt, at tá hann skal tosa íslendskt, má hann umstilla seg, og ofta tekur tað eina góða løtu at fáa uppá pláss.

„Men eg eri framvegis íslendingur,” leggur Páll dent á.

Dugir tjóðsangin

Tá landsliðið er úti til dystir, verður føroyski tjóðsangurin altíð spældur:

„Eg dugi føroyska tjóðsangin, og eg má siga, at hann rørir við teir allarfínastu streingirnar innaní mær, tá eg hoyri hann,” sigur Páll. „Tað er jú her í Føroyum, at eg havi havt nakrar av teimum bestu upplivingunum í lívinum.”

Páll hevur tó ikki gloymt íslendska tjóðsangin heilt, sjálvt um hann nú óivað oftari er við til at syngja tann føroyska.

Líkjast Føroyum

Sum nevnt er Páll Guðlaugsson ættaður av Heimaey á Vestmannaoyggjunum.

Vestmannaoyggjarnar liggja eitt lítið sindur avskornar frá íslendska meginlandinum, so tað minnir eitt sindur um at vera eitt land í landinum.

„Eg haldi eisini, at Vestmannaoyggjarnar og Føroyar líkjast nógv,” sigur hann. „Eins og her er fiskivinnan høvuðsvinnan, og alt snýr seg stórt sæð bara um fisk. Samfelagið í Vestmannaoyggjunum er eisini líkt tí føroyska.

Dámar Føroyar

„So løgið tað ljóðar, mátti eg fyrst til Danmarkar fyri rættiliga at duga at síggja, hvussu vakrar Føroyar í veruleikanum er,” sigur Páll.

Hann var fyri nøkrum árum síðani niðri á einum skeiði, og tá hann kom aftur í flogfarinum, var tað ein av teimum allarbestu og klárastu døgunum, ein kann hugsa sær:

„Tá var tað av sonnum vakurt at flúgva yvir Føroyum og síggja fjøll og líðir undir sær,” sigur hann. „At eg so eri komin millum sera fitt fólk her í Føroyum, ger ikki minni sítt til, at mær dámar sera væl at liva og búgva í Føroyum. Eg haldi ikki, at eg kundi hugsa mær at flutt aftur til Íslands, sum nú er, hóast eg sjálvsagt framvegis eri góður við mítt føðiland.”

Eldgosið

Tá vit nú kortini í prátinum eru staddir nærhendis Vestmannaoyggjunum, slepst ikki undan at nevna gosið um náttina 23. januar í 1973, tá meginparturin av býnum varð lagdur undir í øsku.

Páll minnist væl ta náttina, tá tað byrjaði at goysa á Heimaey:

„Tað var nakað eftir klokkan hálvgum eitt, at eldgosið byrjaði at gera um seg. Vit vórðu øll flutt av oynni í báti inn til Tórleifshøfn, og seinni fóru vit so til Reykjavíkar, har vit í skúlaaldri skuldu ganga í skúla.”

Misti vinir

Hann sigur, at fylgjurnar aftaná gosið millum annað vóru, at ein misti nógvar vinir, tí ikki øll fluttu útaftur.

„Undan gosinum búðu 5.500 fólk á Heimaey, men tað vóru bert 2.700, ið fóru útaftur aftaná,” greiðir hann frá. „Gosið varð alment sagt at vera liðugt seinast í juli mánaði, og tá fóru vit útaftur at rudda og reinsa alt uppaftur í býnum. Hetta arbeiðið helt fram til einaferð í september tað árið.”

Baka breyð í túninum

Húsini hjá foreldrunum vórðu undir í øsku og oyðiløgd, so tey keyptu sær eini nýggj hús.

„Nýggju húsini eru beint við lavabræðingina, og tí er jørðin heit har,” fortelur Páll. „Har var so heitt, at mamma mín kundi baka breyð í túninum, við bert at leggja deiggið á jørðina.”

Hendan hitan hava íslendingar annars duga sera væl at útnytta, so nú fáa øll húsini á Heimaey hita úr jørðini. Tangar við vatnið verða grivnir niður, og so verður fjarhiti vunnin burtur úr tí, sum so verður førdur til húsini í rørleiðing.

„Sjálvandi kølnar jørðin so við og við, men um bert grivið verður eitt sindur niður, er skjótt, at ein er komin niður á so mikið heita jørð, at breyð enn tann dag í dag kann verða baka í túninum,” sigur hann.

Bensinrok á nátt

Í nøkur ár búðu Maigun og Páll hjá ommu hennara. Tað er í hesum húsunum, tey nú hava handil í kjallaranum.

Hetta var, meðan bensinpumpan enn var omanfyri vegin, og fólk komu hagar at fylla sær tangan av og á.

„Tað kundi bæði vera hugnaligt og strævið,” sigur Páll. „Men serliga um vikuskiftini kundi tað vera sera troyttandi at skula selja bensin her, tí tá komu fólk ofta seint, og ofta kom fyri, at tað vóru full fólk, ið komu á dyr á miðjari nátt. So mangan varð ein purraður út, meðan ein lá í besta svøvni”

 Páll Guðlaugsson heldur, at bragdið, sum Torkil, Abraham og hinir gjørdu í Landskrona illa kann verða róst ov nógv. Hendan myndin er tó frá dystinum móti dønum. 

 

Toppurin mundi tó vera, at fólk kom at keypa bensin mitt um náttina á jólum.

Stjólu dunnur

Dunnur høvdu tey eisini uttanfyri húsini, og heldur ikki var altíð, at tær fingu frið.

Onkuntíð varð onkur av teimum stolin um náttina.

„Einaferð, eg kom út, sat ein og roytti eina dunnu, meðan ein rann eftir einari aðrari,” minnist Páll.

„Kortini var tað so sanniliga eisini stuttligt viðhvørt, og ein kann eisini siga, at tær upplivingarnar, ið fylgdu við tí nú fyri ein part eru í handlinum í staðin,” heldur hann.

Nú annað rok

Síðani Landskrona-sigurin hevur tó verið eitt sindur av roki aftur – næstan dag sum nátt viðhvørt.

„Ja, her hava verið sera nógv tíðindafólk síðani,” sigur Páll. „Sjálvt um nakað av tíð er fráliðin, gongur ikki long tíð ímillum, at onkur ringir ella letur hoyra frá sær á annan hátt fyri at fáa okkurt at vita.”

Serliga ta fyrstu tíðina var ein ørgrynni av fremmandum tíðindafólkum í Føroyum og fregnaðist um ymiskt, og Páll hevði tá mangan úr at gera við at fara „sight-seeing”-túrar í Eysturoynni við teimum.

„Eg plagi fyri tað mesta at vísa teimum ymiskt her í oynni, so teir kunnu fáa eina fatan av, hvussu her er,” sigur hann. „So tað kann í rættiliga stóran mun eisini verða eitt rættiliga umfatandi PR-arbeiði at vera føroyskur landsliðsvenjari.”

Øll vilja práta

Tað, sum Páll annars heldur vera at størstu broytingina, sum kom í kjalarvørrinum av Landskrona-dystinum, er at øll nú vilja práta við hann, hvar hann so kemur.

Men tað er ikki bert fólk, sum vilja práta. Eisini eru komin nógv brøv uttan úr heimi, millum annað úr Italia, Eysturtýsklandi, Onglandi og Bulgaria.

Egnan handil

Fyri trimum árum síðani byrjaðu Maigun og Páll við einum ítróttarhandli.

Handilin, ið kallast Sparta Sport, liggur í kjallaranum hjá ommu Maigun í Syðrugøtu, og har arbeiða tey bæði tvey.

„Tað er ein rættiliga stór avbjóðing í at hava handil í hesum døgum,” sigur Páll. „Tíðirnar eru ringar, so ein hevur nóg mikið við bara at fáa tað at mala runt.”

Hugskotið til navnið Sparta Sport fingu tey frá einum vini. Sparta er býurin, har allir luttakararnir á olympisku leikunum í Grikkalandi í gomlum døgum savnaðust undan leikunum, so navnið er ikki bert eitt tilvildarligt navn, sum er valt, tí tað ljóðar væl.

Ikki bara fótbóltur

Men tað ger tað nú einaferð, og Páll viðgongur eisini, at tað er lættari at brúka í sambandinum við øll tey uttan fyri landamørkini, hann hevur handilsligt samskifti við, enn um handilin æt Ítróttarhandilin í Gøtu ella okkurt líknandi.

„Tað at hava hendan handilin er eisini eitt sindur avvekslandi, tí tá snýr alt seg ikki bara um fótbólt,” heldur Páll. „Gjøgnum handilin kemur ein jú í samband við ymisk ítróttarfólk og feløg kring um í landinum, og ikki er sørt, at hesi eisini kunnu koma við góðum hugskotum til okkara.”

Øll familjan við

„Tað hevur verið sera gott at verða so væl stuðlaður hesa tíðina eftir Landskrona, nú so nógv er hent, sum eg eri vorðin tað,” sigur Páll. „Ikki bara Maigun, men øll familjan her hevur verið við, og tað hevur fløvað.”

Níggju ára gamli sonurin er eisini sera áhugaður í tí, sum fer fram við landsliðnum.

Eisini hevur hann fingið stuttleika burturúr, at langomman viðhvørt hevur tikið sær av at práta við so kend tíðindafólk í ítróttarverðini sum Per Høyer Hansen frá Tipsblaðnum og onnur við.

„Tá dystirnir móti Eysturríki og Danmark vórðu spældir, lá verfaðir á Ríkishospitalinum, so vermóðir mín var við til báðar,” sigur Páll.

Yvirhøvur er familjan, Páll er komin uppí í Gøtu, sera fótbólts- og ítróttaráhugað.

Nevnast kann, at abbi Maigun var stjórnarlimur í GÍ í mong ár, og eisini hevur Hans Leo í Bartalsstovu, ið er nærmasta familja, verið á landsliðnum.

Varð av ongum

At Páll kom til Gøtu, komst av, at GÍ um tað mundið hevði íslendskan venjara.

Tað var Gisli Magnússon, sum eisini er ættaður úr Vestmannaoyggjunum. Hann hevði biðið Páll koma til Føroya at spæla við GÍ.

„Jú, meiningin var, at eg skuldi spæla, men tað varð so av ongum ta ferðina,” sigur Páll. Seinni fekk hann tó møguleikan at spæla við GÍ og enntá gerast meistari við liðnum.

Íslendingar í Gøtu

Undan Gisla hevði Kjartan Másson – somuleiðis íslendingur – verið í Gøtu sum venjari. Og í 1981 og 82 var enn ein íslendingur, „Bjøssi”, venjari hjá GÍ.

„Bjøssi” fekk annars stóran týdning fyri Páll, ið ikki heldur smæðist við at viðganga tað:

„Hann hevði eina sera góða ávirkan á meg, og eg má siga, at tað nokk mest var hann, ið gav mær tað sparkið, ið skuldi til, so at eg tók á meg at byrja við fyrst at venja tær yngru deildirnar í GÍ,” sigur hann.

Annars er Páll yvirhøvur glaður fyri at hava fingið høvi til at hava verið saman við nøkrum av frægastu venjarum føroyinga, Johan Nielsen, Peturi Simonsen, Sverra Jacobsen og øðrum, sum Páll sjálvur sigur tað: „Tað hevur verið ein góður skúli.”

Tekur tað róligt

Honum so líkt, tekur Páll tað sera róligt, tá framtíðin kemur uppá tal.

„Enn er ikki nøkur púra endalig avtala gjørd við FSF um komandi tíðina, tí onnur ting skulu verða avklárað fyrst,” greiðir hann frá. „Men verður tað til tað, so eri eg avgjørt áhugaður at halda fram eitt sindur aftrat.”

Fyri nú móti endanum at seta vinkulin eitt sindur á fótbóltin, spyrja vit Páll, hvørji framtíðarútlit hann metir vera hjá landsliðnum:

Ótrúligt bragd

„Ja, fyrst haldi eg, at ein kann sláa fast, at sigurin í Landskrona framvegis er nakað, ið eg haldi vera eitt ótrúligt bragd av spælarunum á landsliðnum,” sigur venjarin. „Nógv er gjørt burturúr hesum, og tað eisini av røttum, og eg haldi ikki, at tað fer at bera til at gera nóg nógv burtur úr, hvussu stórt hetta bragdið teir var. Men kappingin er ikki liðug enn, so tí mugu vit enn halda bæði beinini á jørðini, tí hetta er alt komið so skjótt og óvart á.”

Páll heldur, at fær landsliðið eini tvey stig aftrat í hesi kappingini, hóast tað sjálvsagt er torført, so er málið við EM-luttøkuni rokkið og væl og virðiliga tað:

„Vit mugu nú bara taka eitt stig í senn, so eri eg vísur í, at vit kunnu prógva, at hetta ikki bert var eitt upplop, men nakað, ið kann fáa varandi virði í framtíðini.”

   

Páll avmyndaður í Ítróttarparkini saman við danska landsliðsvenjaranum Richard Møller Nielsen.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

Í gjár kl. 23:37

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

6 tímar síðan

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Í Vágsbotni við grøði av Sandi

7 minuttir síðan
Tíðindi

Smáligt hjá partrolarum og djúpvatnstrolarum

1 tími síðan
Tíðindi

A-landsliðið hjá monnum vitjaði løgmann

1 tími síðan
Tíðindi

Haldið fingr­ar­nar burt­ur frá kommunu­kassa­num hjá Tórs­havnar Kommunu

1 tími síðan
Tíðindi

Ein bláur trí­part­ur fyri føroyska fiskivinnu?

2 tímar síðan
Tíðindi

Vitja vísindavøkuna ár eftir ár

2 tímar síðan
Tíðindi

Nú eru flestu línuskip í føroyskum sjógvi

3 tímar síðan
Tíðindi

Semja um felags royndar­verk­ætlan fyri venj­ing í Suðuroy

3 tímar síðan
Tíðindi

Eysturkommuna á Seatrade í Las Palmas

3 tímar síðan
Fótbóltur

Gunnar er nýggjur liðformaður

4 tímar síðan
Tíðindi

Andersson fær aftur møguleikan at skipa stjórn

4 tímar síðan
Tíðindi

Fyrsta FM í rørslumegi byrjar í dag

4 tímar síðan