ES-nevndin heitir á USA um at sleppa hóttanunum um at steðga útflutninginum av diesel vegna høgu brennievnisprísirnar.
Eitt slíkt bann fer ikki at gagna nøkrum, sigur Anna-Kaisa Itkonen, talskvinna hjá ES-nevndini.
– Vit taka fullkomiliga frástøðu frá einum útflutningsbanni. Tað hevði ikki gagnað nøkrum og hevði máað undan okkara áliti á USA sum ein álítandi samstarvsfelaga, sigur hon.
Donald Trump, forseti í USA, nevndi mikudagin møguleikan fyri at banna útflutningi av diesel.
Evropa er serliga viðbrekið fyri einari slíkari avgerð. USA stendur fyri umleið helvtini av tí diesel til skip, sum Evropa flytur inn úr londum uttan fyri økið.
Við hóttanini kann USA royna at trýsta Evropa til at økja útboðið, so prísirnir lækka.
ES-nevndin hevði fríggjamorgunin fund við limalondini um støðuna. Eftir fundin varð staðfest, at ES ikki fer at taka diesel úr strategisku tilbúgvingargoymslunum upp á egnar hond.
Ein slík avgerð eigur at verða tikin saman við hinum londunum í Altjóða Orkustovninum, IEA, heldur ES-nevndin.
– ES er til reiðar at bera seg at í felag innan karmarnar hjá Altjóða Orkustovninum. Tað er teirra uppgáva at samskipa eina møguliga nýtslu av goymslunum, sigur Anna-Kaisa Itkonen.
Hon leggur afturat, at ES-nevndin nú bíðar eftir næstu stigunum.
Tey kunnu møguliga verða tikin á einum videofundi millum leiðararnar í G7-londunum, sum Frakland roynir at fáa í lag fríggjadagin seinnapartin.
/Ritzau/