info
Ongi úrslit

U21: Aron tryggjaði Føroyum sigurin og nýtt stigamet

15 ára gamla undankappingar-stigametið fyri U21-landslið er tikið

Mynd: FSF
Heri Á. Simonsen
25. september 2026 kl. 19:13

Ein Aron Benjaminsen í stórformi tryggjaði føroysku U21-landsliðnum ein 2-1 undankappingarsigur á Estlandi í Pärnu.

Í 55. minutti fangaði Aron eina sløsuta sending hjá estiska málverjanum, og úr 20 metrum meddaði hann bóltin í netið til 1-0.

11 minuttir seinni gjørdi Aron eitt "raid", ið minti um málið Maradona skoraði móti Onglandi í HM-endaspælinum í Meksiko í 1986. Hann setti fleiri estiskar verjuleikarar av, og komin inn í brotsteigin hamraði hann bóltin í netið til støðuna 2-0.

Í 81. minutti fekk Estland minkað um munin við einum brotssparki, men nærri komu teir ikki einum stigi.

Estland hevði bóltin 75 prosent av tíðini, og teir høvdu fleiri málroyndir enn føroyska U21-landsliðið. Men okkara vardu væl, og so høvdu vit Aron Benjaminsen.

Góði sigurin merkir, at føroyska U21-landsliðið hevur sett nýtt stigamet fyri U21-landslið. Gamla metið átti U21-landsliðið, ið Heðin Askham og Bill McLeod Jacobsen høvdu undir sær á sinni. Í 2011 megnaði tað liðið 11 stig í einari undankapping.

Hetta U21-landsliðið hevur megnað 12 stig í átta dystum, og tá hevur liðið enntá tveir dystir eftir at leika. Talan er um heimadystir í báðum førum

Mikudagin klokkan 17 kann føroyska U21-landsliðið byggja upp á stigametið. Tá taka okkara móti Luksemborg á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.

Í seinastu HM-undankappingini megnaði A-landslið 12 stig, ið er stigamet fyri eina undankapping hjá einum føroyskum A-landsliði.

Estland-Føroyar 1-2 (0-0) - U21 EM undankappingardystur í Pärnu í Estlandi

0-1 Aron Benjaminsen (55.)

0-2 Aron Benjaminsen (66.)

1-2 Tristan Pajo, br. (81.)

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Norska løgreglan deilir mynd: Báturin farin í tvey

21. september kl. 15:12

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Landsstýrið ætl­ar at styrkja før­oyska mat­vøru­fram­leiðslu

19 minuttir síðan
Myndasøvn

Myndir: Vísindavøka

1 tími síðan
Fótbóltur

Bergsøy tapti stórt fyri oddaliðnum

1 tími síðan
Tíðindi

Næsta hækking av pensjónsaldrinum verður í fyrsta lagi í 2040

1 tími síðan
Tíðindi

Charlotte vann snarrøðukappingina fyri granskarar

2 tímar síðan
Tíðindi

Hans Ellefsen fingið ársins miðlaheiðursløn

2 tímar síðan
Tíðindi

336 fólk vóru arbeiðsleys í august

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Víðgongdar hugsjónir polarisera politiska landslagið

3 tímar síðan
Fótbóltur

Tað er bara eitt ivamál

4 tímar síðan
Tíðindi

Tvær nýggjar skuldsetingar í Hagen-málinum

4 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Landsliðið tíðindafund og venjing

4 tímar síðan
Tíðindi

Løgtingsins mentanarnevnd á kunningarferð í Norðurnoregi

4 tímar síðan