Aftaná fimm teir fyrstu dystirnar hevur Bergsøy við Ova Lützen og Paula Høj á liðnum enn fyrsta stigið til góðar í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Í dag hevði Bergsøy vitjan av stórliðnum, Elverum í REM Arena í Fosnavåg.
Elverum vann stórsigur 37-22. Í steðginum var útiliðið á odda 20-12.
Ovi legði til fimm mál, meðan Pauli var noteraður fyri eitt mál.
Næsti dystur hjá Bergsøy verður leiktur á útivølli 4. oktober móti Sandnes.
Sandnes hevur eins og Bergsøy fyrsta stigið til góðar í kappingini.