info
Ongi úrslit

Landsstýrið ætl­ar at styrkja før­oyska mat­vøru­fram­leiðslu

Føroyingar skulu í størri mun kunna keypa føroyskt framleiddar matvørur fyri ein prís, sum kann kappast við útlendskar vørur. Landsstýrið arbeiðir við einari ætlan, sum skal styrkja føroyska matvøruframleiðslu.

Eirikur Lindenskov
25. september 2026 kl. 19:45

Tað upplýsir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari til ein § 52a-fyrispurning frá Fíu Selmu Nielsen, løgtingskvinnu.

Hon hevur spurt, um ætlanin er, at Føroyar skulu gerast sjálvbjargnari í matvøruframleiðslu, og um landsstýrismaðurin hevur eina ætlan fyri at styrkja føroyska framleiðslu.

Jacob Vestergaard svarar, at arbeitt verður við einari slíkari ætlan.

– Endamálið er, at føroyingar í størri mun kunnu keypa føroyskt framleiddar matvørur fyri ein prís, ið kann sammetast við útlendskar vørur, skrivar landsstýrismaðurin.

Vil økja landbúnaðarstuðulin

Ein partur av ætlanini er at bøta um umstøðurnar hjá føroyskum framleiðarum.

Jacob Vestergaard vísir á, at landbúnaðarstuðulin er hækkaður nakað, og ætlanin er at økja hann enn meira.

Skipanin við stuðli skal eisini fevna um fleiri greinar.

Málið er sambært landsstýrismanninum, at føroyingar skulu vera meira sjálvbjargnir við grøði, sum kann vaksa í Føroyum.

Samstundis verður arbeitt við at styrkja føroysku kjøtframleiðsluna.

Føroyar viðbreknar, um innflutningurin steðgar

Jacob Vestergaard heldur, at veitingartrygdin í Føroyum sum heild er góð.

Men hann vísir samstundis á ein veikleika.

Verður innflutningurin órógvaður í longri tíð, kann støðan gerast trupul.

Tí verður umrøtt at leggja dent á, at hóast ávísar matvørur verða mangulvøra, skal ikki vera trot á mati sum heild.

Í hesum sambandi vísir landsstýrismaðurin á, at sjógvurin kring Føroyar er ein týðandi styrki.

– Tí eini kreppustøðu er sjógvurin okkara kovi, skrivar Jacob Vestergaard.

Hann vísir annars til eitt svar, sum varð latið Sámal Peturi í Grund í juni í ár um føroyska matvøruframleiðslu og veitingartrygd.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Norska løgreglan deilir mynd: Báturin farin í tvey

21. september kl. 15:12

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Barði framvegis í Havn meira enn tríggjar mánaðir eftir eldin

11 minuttir síðan
Tíðindi

Ein vika eftir vanlukkuna: Leitað hevur eisini verið í dag

24 minuttir síðan
Tíðindi

U21: Aron tryggjaði Føroyum sigurin og nýtt stigamet

1 tími síðan
Myndasøvn

Myndir: Vísindavøka

2 tímar síðan
Fótbóltur

Bergsøy tapti stórt fyri oddaliðnum

2 tímar síðan
Tíðindi

Næsta hækking av pensjónsaldrinum verður í fyrsta lagi í 2040

2 tímar síðan
Tíðindi

Charlotte vann snarrøðukappingina fyri granskarar

3 tímar síðan
Tíðindi

Hans Ellefsen fingið ársins miðlaheiðursløn

3 tímar síðan
Tíðindi

336 fólk vóru arbeiðsleys í august

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Víðgongdar hugsjónir polarisera politiska landslagið

4 tímar síðan
Fótbóltur

Tað er bara eitt ivamál

4 tímar síðan
Tíðindi

Tvær nýggjar skuldsetingar í Hagen-málinum

5 tímar síðan