info
Ongi úrslit

Vaksandi smittutøl í norðaru hálvkúlu

Heimsheilsustovnurin WHO ávarar nú um, at tølini av teimum, sum verða smittað av covid-19 vaksa skjótt

Annika Kunoy Im
25. oktober 2020 kl. 13:01
– Talið av teimum, sum eru smittað av koronu er stórt í fleiri londum, og tí liggur ov stórt trýst á sjúkrahúsum og intensivdeildum, sigur Tedros Ghebreysus, aðalskrivarin í Heimsheilsustovnurin WHO.  Støðan er serliga ring í londum á norðaru hálvkúlu, sigur hann og mælir soleiðis eisini til, at átøk verða sett í verk umgangandi, soleiðis at fleiri fólk ikki missa lívið óneyðuga.  Fleiri lond í Evropa hava seinastu tíðina herðað tiltøkini og sett strangari átøk í verk aftur fyri at avmarka smittuspjaðingina.  Í Danmark er støðan aftur vorðin trupul, eftir at fleiri eru smittað, og strangari átøk eru aftur sett í verk. Fríggjadagin varð millum annað kunngjørt, at fólk ikki longur kunnu hittast í bólkum við fleiri enn 10. Skúlar, arbeiðspláss og ítróttarvirksemi fyri ung er undantikið. Danir skulu nú eisini í masku, tá teir keypa inn ella vitja lista- og bókasøvn. Hetta er í fyrstu syftu galdandi til 2. januar 2021. Heldur ikki er loyvt at selja rúsdrekka í Danmark eftir klokkan 22.  Í Føroyum tykist tamarhald aftur vera á støðuni í løtuni, nú 12 eru smittað, 62 eru í sóttarhaldi og eingin er innlagdur ella deyður. 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

17 minuttir síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

40 minuttir síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

1 tími síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

1 tími síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

3 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

4 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

4 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

5 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

5 tímar síðan