info
Ongi úrslit

Vánaligt føroyingakvøld i bestu donsku hondbóltsdeildini

Liðini hjá Súnu K. Hansen, Lív S. Poulsen Rakul Wardum og Pernille Brandenborg taptu, og Annika Fríðheim Petersen var ikki við hópinum hjá Nykøbing Falster

Heri Simonsen
18. januar 2023 kl. 20:05

Hetta gjørdist ikki eitt gott kvøld hjá føroyingaliðunum í bestu donsku kvinnudeildini í hondbólti.

Liðið hjá Súnu K. Hansen, Rakul Wardum og Lív S. Poulsen, Ajax tapti greitt á útivølli 21-28 fyri Viborg. Í steðginum var Viborg á odda 17-11.

Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum bjargaði fimm av 16 málroyndum tann partin av dystinum hon vardi málið hjá Ajax. Súna skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál, meðan Lív ikki var millum málskjúttarnar hjá Ajax hesaferð.

Føroyski landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg skoraði tvey mál tá lið hennara, Keypmannahavn tapti stórt 24-38 fyri Odense á heimavølli. Odense var á odda 20-13 í steðginum.

Hin føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen slapp als ikki upp í part, tá Nykøbing Falster á útivølli vann 33-28 (16-13) á Ringkøbing. Cecilie Greve og Louise Egestorp vardu málið hjá Nykøbing Falster í kvøld.

Nykøbing Falster er nummar fýra í deildini við 20 stigum, fimm stig aftanfyri oddaliðið, Odense. Keypmannahavn er nummar fimm við 18 stigum, og Ajax er triðaftast við bert sjey stigum. 

 

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Tvey samdøgur á kjølinum

Í gjár kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

Í gjár kl. 13:57

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. sepember kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

Í gjár kl. 11:25

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

10. sepember kl. 18:54

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

Í gjár kl. 07:37

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Stór mótmælir um alt Týskland

7 tímar síðan
Tíðindi

Vilja útflyta grønlendskt vatn við tangaskipi

7 tímar síðan
Hondbóltur

Joan Johannesen var aftur toppskjútti hjá KA/Þór

8 tímar síðan
Fótbóltur

Markus var tvífaldur málskjútti

8 tímar síðan
Hondbóltur

Elias vann á Vilhelm í týsku Bundesliguni

9 tímar síðan
Tíðindi

Polar Seafood keypir íslendingarnar út fyri 925 milliónir

9 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: Neistin vann á Team Klaksvík í KÍ-høllini

10 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Kyndil tapti við fýra málum

10 tímar síðan
Tíðindi

Norðan konsert í Ruth Smith savninum

10 tímar síðan
Fótbóltur

David var trífaldur málskjútti

11 tímar síðan
Hondbóltur

Kjartan Johansen vann á Rúnar Hammer

11 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Bjartalíð legði upp til mál í tapi á útivølli

11 tímar síðan