H71 skoraði heili 50 mál móti EB í høllini á Eiði í dysti bólki 1 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum.
Dysturin endaði 50-26 til H71. Í steðginum vóru hoyvíkingar á odda 26-13.
Við 10 málum var Boas Ellefsen á Skipagøtu toppskjútti hjá H71. Silas Larsen var við sjey málum toppskjútti hjá EB.
Klokkan 20 byrjar dysturin í høllini á Hálsi Suður millum Kyndil 2 og VÍF.
H71 og Kyndil 2 hava tvey stig hvør. VÍF og Neistin hava eitt stig hvør, meðan EB hevur fyrsta stigið til góðar.
Í bólki 2 vann Kyndil í høllini á Hálsi Suður greiðan 39-31 sigur á StÍF. Í steðginum var Kyndil á odda 18-13.
Kyndil hevur fýra stig og KÍF hevur tvey stig. StÍF, H71 2 og Team Klaksvík hava einki stig.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum EB og H71. Dómaraseðilin frá dystinum millum Kyndil og StÍF er ikki tøkur.
-
©