info
Ongi úrslit

VIDEO: Mikkjal megnaði javnleik móti greiða oddaliðnum

(Video) Sìggj ein samandrátt av dystinum AIK Stockholm-Malmö FF 0-0

Heri Simonsen
15. september 2024 kl. 18:25

Seinnapartin hevði Mikkjal K. Thomassen sína higartil størstu uppgávu sum høvuðsvenjari hjá AIK Stockholm í bestu svensku fótbóltsdeildini. 

AIK tók í dag móti greiða oddaliðnum í Allsvenskuni, Malmö FF á Strawberry Arena í Solna uttanfyri Stokkhólm. 27.500 áskoðarar vóru til dystin.

Tað eydnaðist AIK at knógva ein málleysan javnleik. Bæði liðini høvdu góðar málmøguleikar.

AIK er nummar sjey í deildini við 36 stigum. Trý stig eru upp til triðja plássið, ið gevur atgongd til Conference League komandi kappingarár. Har liggur Djurgården við 39 stigum. Malmö FF er greitt oddalið við 49 stigum, so javnleikurin hjá Mikkjali og hansara monnum í dag er eitt flott úrslit.

Komandi sunnudag klokkan 14 spælir AIK móti Kalmar FF á útivølli. Kalmar liggur fjórðaftast í deildini, so møguleikarnir fyri sigri eru til staðar hjá AIK.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum AIK Stockholm-Malmö FF 0-0:

##med2##

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17 tímar síðan

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

14 tímar síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

15. september kl. 20:20

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Útgávukonsert við Stanley á Reinsríinum

49 minuttir síðan
Lesarabrøv

Í morgin ger Fólkakirkjan ein stóran feil

1 tími síðan
Tíðindi

Marius Ziska við bólki í Løkhøll

1 tími síðan
Tíðindi

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

1 tími síðan
Minningarorð

Minningarorð um Bjarnvarð í Dali

1 tími síðan
Tíðindi

Minkandi nøgdir av toski á Føroyabanka

2 tímar síðan
Tíðindi

Næsta ár verður FMA hildið í Løkshøll

2 tímar síðan
Tíðindi

Hildið verður fram í Miðalsbrekku

2 tímar síðan
Tíðindi

Formula hevur vunnið rammusáttmála um teldur til almenna geiran

3 tímar síðan
Tíðindi

Vinjar við egnum tónleiki í Listastovuni

3 tímar síðan
Tíðindi

Seks eru dripin í skúlaskjóting

3 tímar síðan
Tíðindi

Danskar og bretsk­ar ser­deild­ir venja í Vest­manna­sundi

3 tímar síðan