Nú skal alt endurvenjingarøkið í Føroyum endurskoðast.
Tað hevur landsstýrið tikið undir við, og Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, hevur sett ein arbeiðsbólk at gera uppskot um, hvussu økið skal skipast í framtíðini.
Endamálið er at tryggja, at borgarar fáa neyðuga endurvenjing í røttu tíð og ikki detta niðurímillum ymiskar almennar skipanir.
Í dag liggja uppgávurnar hjá Sjúkrahúsverkinum, Almannaverkinum og kommununum.
Men sambært Heilsu- og orkumálaráðnum er ábyrgdarbýtið ikki altíð nóg greitt.
Hetta kann hava við sær, at fólk, sum eftir fakligari meting hava tørv á endurvenjing, ikki fáa ta hjálp, tey hava tørv á.
Eisini eru tilboðini ymisk kring landið, og vantandi flutningsmøguleikar kunnu gera tað trupult hjá fólki at taka av einum endurvenjingartilboði.
Sjúklingurin skal ikki detta niðurímillum
Arbeiðið skal millum annað tryggja betri samskipan, tá fólk verða útskrivað av sjúkrahúsi og hava tørv á framhaldandi venjing frá Almannaverkinum ella kommunalum tænastum.
Samstundis skal kannast, hvussu dupultarbeiði kann avmarkast, og hvussu tað kann gerast lættari hjá borgarum at finna fram til røttu hjálpina.
Í arbeiðsbólkinum eru umboð fyri Heilsu- og orkumálaráðið, Almanna- og bústaðamálaráðið, Sjúkrahúsverkið, Almannaverkið, Kommunufelagið, eldraøkini og Sjúklingaráðið.
Klaksvík og Suðuroy kunnu fáa størri leiklut
Ein partur av arbeiðinum verður eisini at kanna, hvussu endurvenjingartilboðini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi kunnu styrkjast.
Ætlanin er at kanna, um hesi sjúkrahúsini í størri mun kunnu virka sum endurvenjingardeplar.
Í Suðuroy er longu farið undir eina tvey ára royndarverkætlan, har endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing og fyribyrgjandi venjing verða skipað undir einari leiðslu á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Nýggj lóg skal fyri Løgtingið
Arbeiðsbólkurin skal eftir ætlan lata landsstýriskvinnuni sítt tilmæli á vári 2027.
Við støði í hesum skal ein nýggj endurvenjingarlóg fyrireikast og leggjast fyri Løgtingið.
Lógin skal tryggja borgarum rætt til neyðuga endurvenjing eftir fakligari meting, greiðari samskipan og javnbjóðis atgongd kring landið.
Enn er ikki upplýst, nær lógaruppskotið verður lagt fram, ella hvussu nógv broytingarnar fara at kosta.