info
Ongi úrslit

Skadd strikukota kann kosta tær pantið

Í nýggju føroysku pantskipanini verður treytin fyri at fáa pant endurgoldið, at strikukotan á fløskuni kann lesast. Er fløskan ella strikukotan skadd, kanst tú missa pantið, hóast fløskan verður latin inn til endurnýtslu.

Eirikur Lindenskov
17. november 2026 kl. 10:16

Tá nýggja pantskipanin verður sett í verk í Føroyum, fara móttøkustøðini at taka ímóti øllum fløskum.

Men tað merkir ikki, at tú altíð fært pantið aftur.

Sambært Kringvarpi Føroya verður pant bert endurgoldið, um strikukotan á fløskuni kann lesast, og fløskan annars er í nøktandi standi.

Er strikukotan skadd, ella hevur fløskan fingið skaða, sum ger, at hon ikki lýkur treytirnar, verður einki pant endurgoldið.

Nýggja panthøllin í Sandavági

Fáa ikki pant fyri allar fløskur

Hetta varð eisini tikið fram, tá uppskotið um nýggju pantskipanina var til fyrstu viðgerð í Løgtinginum.

Undir viðgerðini varð víst á, at ikki øll íløt koma aftur til móttøkustøðina.

Spurningur varð tí settur við, um tað ikki hevði verið skilabetri at valt eina aðra skipan enn ta, sum nú verður arbeitt við.

Ein av avbjóðingunum er, at fólk kunnu savna fløskur og lata tær inn til endurnýtslu, men kortini missa pantið, um strikukotan ikki kann lesast.

Tað merkir, at hóast fløskan verður móttikin og kann fara víðari til endurnýtslu, er ikki vist, at brúkarin fær pengarnar aftur.

Nýggja skipanin er sostatt ætlað at gera tað møguligt at lata øll íløt inn á einum stað, men endurgjald fyri pant verður treytað av, at ílatið kann eyðmerkjast og er í nøktandi standi.

Málið er enn til politiska viðgerð.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

Í gjár kl. 17:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

Í gjár kl. 17:38

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nýggj semja: Lønirnar hækka góð 10 prosent næstu trý árini

18 minuttir síðan
Tíðindi

Krim-brúgvin rakt: Russland kallar inn til kreppufund

46 minuttir síðan
Tíðindi

Samgongan í Grønlandi tódnað úr fýra flokkum í tveir

1 tími síðan
Tíðindi

Landsbankin skal greiða frá penga­streymi úr Føroyum

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj lóg skal tryggja føroyingum rætt til endurvenjing

2 tímar síðan
Tíðindi

Ukraina hevur aftur lopið á Kertsj-brúnna

3 tímar síðan
Tíðindi

Maður datt góðar tríggjar metrar av stilladsi í Klaksvík

3 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Týskland vann stórsigur á Niðurlondum

12 tímar síðan
Tíðindi

Føroyskt ræði á løgregluni til aðru viðgerð

12 tímar síðan
Tíðindi

- Vit gjørdu ov lítið fyri at hjálpa og stuðla Ukraina

13 tímar síðan
Bilar

Tesla fer at byggja sjálv­koyr­andi bil­ar í Týsk­landi

13 tímar síðan
Fótbóltur

Thomas Frank tek­ur við botn­lið­num í Premier League

14 tímar síðan