info
Ongi úrslit

Landsbankin skal greiða frá penga­streymi úr Føroyum

Hvussu nógvir pengar fara úr Føroyum vegna útlendskan ognarskap í føroyskum fyritøkum og útlendska arbeiðsmegi? Tað er ein av spurningunum, sum Vinnunevndin hjá Løgtinginum skal viðgera á fundi við Landsbanka Føroya í dag.

Eirikur Lindenskov
17. november 2026 kl. 08:50

Landsbanki Føroya er boðin á fund við Vinnunevndina hjá Løgtinginum í morgun nú klokkan 9.30.

Fundurin snýr seg um løgtingsmál LM-028/2026, sum er eitt uppskot frá Sámal Peturi í Grund, løgtngsmanni fyri Sjálvstýri, til samtyktar um at greina og avmarka peningastreymin úr Føroyum vegna útlendskan ognarskap í føroyskum fyritøkum og útlendskari arbeiðsmegi.

Málið reisir spurningin um, hvussu stórar upphæddir fara úr føroyska búskapinum, tá útlendskir eigarar fáa avkast av sínum íløgum, og tá útlendsk arbeiðsfólk senda part av lønini til onnur lond.

Uppskotið leggur upp til, at hesi viðurskifti verða kannað nærri.

Útlendsk arbeiðsmegi fyllir meira

Seinastu árini er talið á útlendskum arbeiðsfólkum í Føroyum vaksið munandi.

Sambært Búskaparráðnum vóru umleið 2.500 útlendsk starvsfólk í Føroyum í juli í ár, svarandi til umleið níggju prosent av arbeiðsmegini.

Útlendsk arbeiðsmegi hevur tí fingið ein alsamt størri leiklut í føroyska búskapinum.

Samstundis eru fleiri føroyskar fyritøkur heilt ella lutvíst á útlendskum hondum.

Tað merkir, at partur av avkastinum frá føroyskum vinnuvirksemi kann verða goldin útlendskum eigarum.

Men neyðugt er at skilja millum vinningsbýti, lønarflytingar og aðrar peningaflytingar, tá avleiðingarnar fyri føroyska búskapin skulu metast.

Fleiri mál á skránni

Fundurin hjá Vinnunevndini byrjar klokkan níggju í morgun.

Umframt Landsbankan skal nevndin hava fund við landsstýrismannin í vinnumálum og Búnaðarstovuna um uppskot til at menna føroyska landbúnaðarframleiðslu.

Seinni á fundinum skal løgmaður greiða frá uppskotinum um nýggja kópalóg.

Eisini eru havnargjøld og reglur um útlendskar gjaldstænastur á skránni.

Uppskotið um peningastreymin úr Føroyum er framvegis til nevndarviðgerðar, og enn er eingin endalig niðurstøða tikin um møguligar avmarkingar.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

Í gjár kl. 17:38

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

Í gjár kl. 17:35

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nýggj lóg skal tryggja føroyingum rætt til endurvenjing

36 minuttir síðan
Tíðindi

Ukraina hevur aftur lopið á Kertsj-brúnna

1 tími síðan
Tíðindi

Maður datt góðar tríggjar metrar av stilladsi í Klaksvík

1 tími síðan
Fótbóltur

Nations League: Týskland vann stórsigur á Niðurlondum

10 tímar síðan
Tíðindi

Føroyskt ræði á løgregluni til aðru viðgerð

10 tímar síðan
Tíðindi

- Vit gjørdu ov lítið fyri at hjálpa og stuðla Ukraina

11 tímar síðan
Bilar

Tesla fer at byggja sjálv­koyr­andi bil­ar í Týsk­landi

11 tímar síðan
Fótbóltur

Thomas Frank tek­ur við botn­lið­num í Premier League

12 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjar samrøður millum Ukraina, USA og ES

13 tímar síðan
Tíðindi

Altjóða da­gur móti harð­skapi móti kvinn­um

13 tímar síðan
Tíðindi

38 lond eru ótrygg um kjarnorkutrygd í Ukraina

14 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Føroyar - Moldova

14 tímar síðan