Grønlendska landstingið, Inatsisartut, góðkendi í gjár nýggja landsstýrið hjá Jens-Frederik Nielsen.
Tilsamans 20 tinglimir atkvøddu fyri, eingin ímóti, meðan átta tinglimir atkvøddu blankt.
Nýggja landsstýrið er mannað við umboðum úr Demokraatit og Inuit Ataqatigiit. Upprunaliga vóru eisini Siumut og Atassut við í samgonguni, men nú eru bert tveir flokkar eftir.
Broytingarnar koma eftir eina viku við politiskari kreppu í Grønlandi.
Tvey nýggj landsstýrisfólk
Stine Egede úr Inuit Ataqatigiit og Jens-Erik Kirkegaard úr Demokraatit eru nýggj í landsstýrinum.
Stine Egede fær ábyrgdina av almanna-, arbeiðsmarknaðar-, familju- og innanríkismálum. Hon hevur áður verið borgarstjóri í Kommune Kujalleq.
Jens-Erik Kirkegaard verður landsstýrismaður í umhvørvis-, náttúru-, orku- og granskingarmálum. Hann hevur áður verið landsstýrismaður fyri Siumut, men umboðar nú Demokraatit.
Samstundis verður ein umskipan gjørd í landsstýrinum.
Jørgen Rosbach, sum higartil hevur umsitið umhvørvis- og orkumál, tekur við útbúgvingar-, mentanar-, ítróttar- og kirkjumálum.
Hann tekur sostatt við málsøkinum hjá Nivi Olsen, sum legði frá sær í síðstu viku.
Kreppan byrjaði við Atassut
Politisku broytingarnar byrjaðu, tá Atassut mánadagin 9. november boðaði frá, at flokkurin fór úr samgonguni.
Orsøkin var ósemja um Nivi Olsen, sum Atassut kravdi skuldi leggja frá sær.
Tá Atassut fór úr samgonguni, fór Maritha Broberg samstundis úr landsstýrinum.
Dagin eftir boðaði Nivi Olsen sjálv frá, at hon legði frá sær sum landsstýriskvinna.
Tað hevði við sær, at Jens-Frederik Nielsen mátti finna nýggj landsstýrisfólk og skipa landsstýrið av nýggjum.
Andstøðuflokkar stuðla nýggja landsstýrinum
Hóast Atassut er farin úr samgonguni, hevur flokkurin ongar ætlanir um at fella nýggja landsstýrið.
Tað segði formaðurin í Atassut, Aqqalu C. Jerimiassen, undir viðgerðini í Inatsisartut mánadagin.
Eisini Siumut boðaði frá, at flokkurin fór at atkvøða fyri nýggja landsstýrinum, hóast hann ikki longur er partur av samgonguni.
Andstøðuflokkurin Naleraq valdi hinvegin at atkvøða blankt.
Sostatt fekk nýggja landsstýrið undirtøku frá 20 tinglimum og varð góðkent uttan mótatkvøður.
Jens-Frederik Nielsen kann nú halda fram sum landsstýrisformaður við einari samgongu, sum er munandi smalari enn tann, hann upprunaliga skipaði.
Nýggja samgongan hevur kortini undirtøku frá 18 av 31 tinngfólkum. Demokraatit hevur 11 tinglimir. Flokkurin fekk 10 á landstingsvalinum seinast, men síðani tá er Vivian Motzfeldt, sum var landsstýriskvinna í uttaríkismálum fyri Siumut, farin upp í Demokraatit. Hon var misnøgd við, at Siumut tók seg úr samgonguni.