Norska kringvarpið NRK veit í morgun at siga, at Russland hevur kallað inn til kreppufundar, eftir at Kerts-brúgvin, sum bindur Russland og Krim saman, eftir øllum at døma hevur fingið stórar skaðar í ukrainskum álopum.
Brúgvin, sum hevur bæði tok-og bilaferðslu, er stongd.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, skrivar á X, fyrrverandi Twitter, at í dag síggja øll, hvat er hent við týdningarmesta hernaðarliga sambandinum hjá russum til ukrainskt landaøøki.
- Hetta er eitt svar upp á russisk álop, leggur ukrainski forsetin aftrat.
Myndir, sum síggjast á sosialum miðlum í morgun, vísa, at tann parturin av brúnni, sum hevur bilaferðslu, er í knúsi, men NRK sigur, at tað higartil ikki hevur eydnast teimum at fingið prógv fyri, at myndirnar eru rættar.
Kerts-brúgvin er longsta brúgv í Evropa, og hon er einasta jarnbreytarsamband, sum Russland hevur til Krim-hálvoynna, sum Russland tók frá Ukraina longu í 2014.
Sambært NRK vátta bæði russiskir og ukrainskir myndugleikar í morgun, at brúgvin hevur fingið skaðar í ukrainskum dronuálopum.
Øll ferðsla eftir brúnni er steðgað, og sambært Reuters og AFP hava russisku myndugleikarnir kallað inn til kreppufundar og siga, at álopið verður kannað sum yvirgangur.
Russland hevur afturvendandi lopið á undirstøðukervið í Ukraina, har eitt nú ukrainskar brúgvar eru álopnar, og seinastu tíðina hevur Russland eisini lopið á brúgvar í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv.
Í Kyiv, sum stóra áin Dnipro rennur í gjøgnum, hava brúgvarnar stóran týdning fyri samferðslukervið, og brúgvarnar hava eisini stóran týdning fyri sivilu samferðsluna í høvuðsstaðnum.
- At leypa á brúgvar hevur fleiri endamál, og hetta skapar eisini stórar trupulleikar fyri eitt nú flutningi av hernaðarútgerð, veit NRK at siga.
Nú hevur so Ukraina svarað aftur við at leypa á Kerts-brúnna, sum er einasta toksamband, ið Russland hevur til hertiknu Krim-hálvoynna.
Palle Ydstebø, sum er á myndini omanfyri og sum starvast við norska Krígsskúlan, sigur, at russiska hermegin er bundin at jarnbreytarsambandinum um Kerts-brúnna, tí henda vegin fer stórur vápnaflutningur.
- Eitt álop á brúnna er tískil eitt beinleiðis álop á russisku hersetingina av Krim-hálvoynni, og hetta kann gera tað trupult hjá Russlandi at varðveita hersetingina av oynni, sigur lærarin við norska Krígsskúlan.