Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag hava fyri løtu síðani skrivað undir nýggja trý ára sáttmálasemju.
Semjan er galdandi frá 1. oktober 2025 til 30. september 2028.
Sambært fráboðan frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum verða lønirnar hækkaðar í trimum umførum.
Fyrsta hækkingin er 3,37 prosent og hevur gildi frá 1. oktober 2025.
Onnur hækkingin er 3,45 prosent frá 1. oktober 2026, og triðja hækkingin verður 3 prosent frá 1. oktober 2027.
Tilsamans merkja hækkingarnar, at mánaðarlønirnar vaksa góð 10 prosent í sáttmálaskeiðnum.
Broytingar fyri dagrøktarar
Partarnir hava eisini avtalað nýggjar reglur fyri dagrøktarar, sum hava trý børn undir tvey ár í ansing.
Í slíkum førum skulu børnini frameftir telja við 33,3 prosentum sambært nýggju ásetingini.
Harumframt verður eftirlønarskipanin hjá dagrøktarum dagførd.
Frá 1. oktober 2027 skal eftirløn gjaldast av allari lønini hjá dagrøktarum. Hetta er ein broyting í mun til verandi skipan.
Álitisfólk fáa samsýning
Ein onnur broyting í sáttmálanum er, at álitisfólk frameftir fáa serliga samsýning.
Frá 1. januar 2027 verða álitisfólk samsýnd við einari upphædd, sum svarar til eitt lønarstig.
Tað upplýsir Per Martin Gregersen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, í fráboðan um nýggju semjuna.