info
Ongi úrslit

Ukraina hevur aftur lopið á Kertsj-brúnna

Tað er russiski guvernørurin á Krim, Sergej Aksjonov, sum sigur, at brúgvin nú aðru ferð á rað er rakt í ukrainskum álopum. Kertsjbrúgvin er longsta brúgv í Evropa

Vilmund Jacobsen
17. november 2026 kl. 07:51

Strategiskt týdningarmikla Kertsjbrúgvin, sum bindur Russland saman við Krim-hálvoynni, er rakt í ukrainskum loftálopum aðru ferð á rað seinastu dagarnar.

Samstundis hevur Russland eisini lopið á og rakt brúgvar í Kyiv-økinum í Ukraina.

Russar bygdu Kertsj-brúnna, eftir at russiski herurin tók Krim frá Ukraina í 2014, og brúgvin hevur øll árini síðan verið eitt prestiguprojekt hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin.

Tað er russiski guvernørurin á Krim., Sergej Aksjonov, sum sigur, at brúgvin nú aðru ferð á rað er álopin og rakt í ukrainskum álopum.

Kertsj-brúgvin er longsta brúgv í Evropa, og hon hevur stóran strategiskan týdning fyri Russland. Á sosialium miðlum í morgun síggjast fleiri upptøkur, sum skulu vísa ukrainska álopið á brúnna.

Sergej Aksjonov sigur, at í minsta lagi tvey fólk eru dripin í ukrainsku álopunum á brúnna í nátt. Hetta sigur hann á boðtænastuni Telegram, og tað eru eitt nú AFP opg Reuters, sum endurgeva.

Russiska samferðslumálaráið sigur, at øll tok og bilaferðsla um Kertsj_brúnna er steðgað eftir ukrainska álopið, veit Reuters at siga í morgun.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

Í gjár kl. 17:38

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

Í gjár kl. 17:35

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Maður datt góðar tríggjar metrar av stilladsi í Klaksvík

27 minuttir síðan
Fótbóltur

Nations League: Týskland vann stórsigur á Niðurlondum

9 tímar síðan
Tíðindi

Føroyskt ræði á løgregluni til aðru viðgerð

9 tímar síðan
Tíðindi

- Vit gjørdu ov lítið fyri at hjálpa og stuðla Ukraina

10 tímar síðan
Bilar

Tesla fer at byggja sjálv­koyr­andi bil­ar í Týsk­landi

10 tímar síðan
Fótbóltur

Thomas Frank tek­ur við botn­lið­num í Premier League

11 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjar samrøður millum Ukraina, USA og ES

12 tímar síðan
Tíðindi

Altjóða da­gur móti harð­skapi móti kvinn­um

12 tímar síðan
Tíðindi

38 lond eru ótrygg um kjarnorkutrygd í Ukraina

13 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Føroyar - Moldova

13 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður bið­ur um frá­greið­ing um fyrnda Bakka­frost-málið

14 tímar síðan
Tíðindi

Lions Club Tórshavn heldur 60 ára stovningardag

14 tímar síðan