info
Ongi úrslit

VIDEO: Sandnes ULF bjargaði plássinum í deildini

(Video) Síggj geniala fríspæling hjá Olafi Bárðarsyni og hini málini í dystinum Sandnes ULF-Åsane 3-1 (1-1)

Heri Á. Simonsen
8. november 2026 kl. 17:35

Liðið hjá Gullbrandi í Horni Øregaard og Olafi Bárðarsyni, Sandnes ULF bjargar plássinum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

Í dag vann Sandnes ULF 3-1 á Åsane í seinasta dystinum í hesum kappingarárinum. Úrslitið merkir, at Sandnes endar fimtaftast í deildini við 33 stigum. Raufoss og Åsane flyta beinleiðis niður í triðbestu deildina, meðan Sogndal má spæla Play Off dystir móti liði úr triðbestu deildini.

Ole Sebastian Sundgot legði Sandnes á odda við einum brotssparki miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Beint undan steðginum fekk Sandnes ein vátan vøtt, tá Åsane javnaði til 1-1. Tað vóru bert leiktir tríggir minuttir av seinna hálvleiki, tá Kevin Nilsen Pereira fekk Sandnes á sigurskós aftur.

Olaf kom á vøllin í 65. minutti, og bert fýra minuttir seinni hevði Olaf eina geniala fríspæling, har Ole Sebastian Sundgot tók av og beindi bóltin í netið til 3-1.

Mattias H. Lamhauge var á beinkinum, og eykamálverjin Simo Lampinen-Skaug slapp at verja málið, tá Strømsgodset á útivølli vann 3-2 (2-2) á Stabæk. Strømsgodset hevði longu tryggjað sær uppflyting undan dagsins dysti. Tað lagaði seg so væl hjá Strømsgodset, at Haugesund á heimavølli tapti 2-3 fyri Odd, og tí vinnur liðið hjá Mattiasi deildina við 66 stigum. Haugesund endar á 65 stigum, og flytur eisini upp í bestu deildina.

HER ber til frá norska TV2 at síggja genialu fríspælingina hjá Olafi Bárðarsyni og hini hæddarpunktini frá 3-1 sigrinum hjá Sandnes ULF:

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis knógvaðu Føroyar eitt stig móti Montenegro

29 minuttir síðan
Tíðindi

IAEA: Zaporizjzja hevur fingið streymin aftur

42 minuttir síðan
Fótbóltur

Áki og Martin fingu spælitíð undan landsliðssteðginum

49 minuttir síðan
Tíðindi

Andersson vil skipa stjórn uttan Vänsterpartiet

53 minuttir síðan
Hondbóltur

Føroyar fingu stig í spennandi dysti í Montenegro

1 tími síðan
Hondbóltur

European Cup: VÍF tapti við 10 málum í seinna dystinum

2 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Stjørnan og H71 vunnu stórsigrar

2 tímar síðan
Tíðindi

Tað ríður um snarið í Montenegro

2 tímar síðan
Hondbóltur

Danmark fekk skil á Sveis eftir trilvandi byrjan

3 tímar síðan
Tíðindi

Tóroddur og Svan tóku sigurin í Húsavík!

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza bjargaði Grimsby í yvirtíðini - vunnu aftaná brotsspørk

3 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Stjørnan smurdi Neistan av

4 tímar síðan