Føroyar fingu eitt stig við sær úr Podgorica í dystinum móti Montenegro í EM-undanbólki 4.
Tað endaði við javnleiki 34-34 á torførum útivølli, har onkrar dømingar ikki vóru okkara monnum til vildar. Í steðginum var støðan 18-17 til Montenegro.
Ungarn vann á útivølli stórsigur 34-20 (17-12) á Kosovo.
Ungarn hevur fýra stig, Føroyar hava trý stig, Montenegro hevur eitt stig, og Kosovo er aftast í bólkinum við ongum stigi.
og 13. mars spæla Føroyar móti Ungarn. Fyrst á heimavølli, og síðani á útivølli.
Føroysku málskjúttarnir: Elias Ellefsen á Skipagøtu 8, Óli Mittún 7, Vilhelm Poulsen 7, Hákun West av Teigum 5, Teis Horn Rasmussen 4, Bjarni í Selvindi 2 og Leivur Mortensen 1.