info
Ongi úrslit
© Gaetan Bally/Ritzau Scanpix
Simon Pytlick, høgrumegin, gjørdist toppskjútti við tíggju málum, tá Danmark vann á Sveis í Zürich

Danmark fekk skil á Sveis eftir trilvandi byrjan

Danska manslandsliðið í hondbólti vann í dag 33-24 á útivølli móti Sveis, eftir at serliga álopsspælið hevði gingið striltið fyri steðgin.

Eirikur Lindenskov
8. november 2026 kl. 16:56

Danmark kom aftur á sigurskós í EHF Euro Cup, eftir at tað mikudagin varð til javnleik móti Spania. Hesaferð vunnu danir við níggju málum í einari fullsettari høll í Zürich.

Byrjanin var tó trilvandi. Danska liðið misti nógvar bóltar, og sveisarar tóku av møguleikunum og fylgdu við upp í 7-7. Málini vóru fá í fyrra hálvleiki, men Danmark fór til steðgin á odda 13-9.

Kevin Møller stóð væl í danska málinum, meðan Emil Nielsen fekk ein steðg. Møller bjargaði helvtini av skotunum hjá sveisarum fyri steðgin og helt fram við góðum avriki í seinna hálvleiki.

Tá fekk Danmark eisini betur skil á álopsspælinum. Við seks málum á rað øktu danir upp í 19-9, og sigurin sá út til at gerast sera stórur.

Sveis fekk tó fótað sær aftur og minkaði um munin til 23-17, áðrenn Danmark dró frá aftur seinastu løtuna og vann 33-24.

Simon Pytlick var millum bestu donsku leikararnar og gjørdist toppskjútti í dystinum við tíggju málum. Mathias Gidsel fekk sjey mál, men brendi eisini helvtina av sínum 14 skotroyndum.

Dystirnir í EHF Euro Cup eru liður í fyrireikingunum til HM í Týsklandi í januar. Danmark hevur vunnið seinastu fýra heimsmeistaraheitini og fer til endaspælið sum verjandi heimsmeistari.

Áðrenn HM skal Danmark spæla tveir venjingardystir móti Kekkia í januar.

Kelda: Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tóroddur og Svan tóku sigurin í Húsavík!

44 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza bjargaði Grimsby í yvirtíðini - vunnu aftaná brotsspørk

47 minuttir síðan
Hondbóltur

Myndir: Stjørnan smurdi Neistan av

1 tími síðan
Tíðindi

Jólabýurin í SMS verður tendraður í morgin

1 tími síðan
Tíðindi

Evropa slepp­ur við til friðar­sam­ráð­ing­ar um Ukraina

1 tími síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Bumburnar fylgja framvegis Oleksandru

1 tími síðan
Tíðindi

Nú kanst tú keypa Mynda­kal­end­ar­an á netinum

2 tímar síðan
Hondbóltur

Montenegro vil hevna stórtapið móti Føroyum

2 tímar síðan
Tíðindi

Grønlendingar krevja nýval – landsstýrisfólk rópt niður í Nuuk

3 tímar síðan
Tíðindi

Bretskur flogberi komin til Oslo

5 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava fostur­tøku­málið úr nevnd

6 tímar síðan
Tíðindi

Kjarnorkuverkið Zaporizjzja noyðist at brúka neyðstreym

7 tímar síðan