Tað reið um snarið allan vegin, tá ið føroyska manslandsliðið í hondbólti sunnudagin vitjaði Montenegro. Liðini skiftust um at hava munin, og eftir 60 spennandi minuttir máttu tey býta stigini.
Montenegro var á odda 18-17 í steðginum, men Føroyar komu væl út til seinna hálvleik. Vilhelm Poulsen skoraði tvey tey fyrstu málini og legði Føroyar framum 19-18.
Javna gongdin helt fram. Heimaliðið fekk eina tveymálsleiðslu við 24-22, men føroyska liðið svaraði aftur og kom upp á 24-24. Síðan fylgdust liðini aftur mál fyri mál.
Við knøppum seks minuttum eftir legði Montenegro seg á odda 33-31. Tá tók Elias Ellefsen á Skipagøtu ábyrgd og skoraði trý mál á rað. Fyrst minkaði hann um munin, síðan javnaði hann, og við tveimum minuttum eftir legði hann Føroyar á odda 34-33.
Føroyar vóru sostatt nær sigrinum, men seinasti minutturin gjørdist torførur. Leivur Mortensen fekk tveir minuttir, og við 16 sekundum eftir javnaði Arsenije Dragašević til 34-34. Tað gjørdist eisini endaliga úrslitið.
Elias Ellefsen á Skipagøtu var føroyskur toppskjútti við átta málum. Óli Mittún og Vilhelm Poulsen skoraðu sjey mál hvør, meðan Hákun West av Teigum fekk fimm. Hjá Montenegro var Branko Vujović toppskjútti við níggju málum.
Føroysku málskjúttarnir: Elias Ellefsen á Skipagøtu 8, Óli Mittún 7, Vilhelm Poulsen 7, Hákun West av Teigum 5, Teis Horn Rasmussen 4, Bjarni í Selvindi 2 og Leivur Mortensen 1.