Leiðarin í svenska Javnaðarflokkinum, Magdalena Andersson, fer komandi vikuna at royna at skipa eina reyðgrøna minnilutastjórn saman við Miljöpartiet og Centerpartiet.
Tað boðaði hon frá á tíðindafundi í dag. Ætlanin er, at stjórnin skal hava tætt samstarv við Vänsterpartiet sum stuðulsflokk.
– Eg meti, at hetta er stjórnin, sum hevur størstan møguleika at taka við, sigur Magdalena Andersson.
Hon heitir á Vänsterpartiet um at hugsa seg væl um.
– Eg vóni, at Vänsterpartiet tekur sær tíð at umhugsa hetta og tað, sum stendur upp á spæl hjá fólki í landi okkara.
Sambært Andersson er ein stjórn við bæði Socialdemokraterna og Moderaterna einasti veruligi møguleikin, um Vänsterpartiet ikki tekur undir við uppskotinum. Tað skrivar svenska tíðindastovan TT.
Eitt slíkt samstarv skal sambært henni taka ábyrgd fyri Svøríki og tryggja, at stjórnin ikki verður heilt bundin at Sverigedemokraterna.
Leiðarin í Centerpartiet, Elisabeth Thand Ringqvist, vil síggja samlaðu uppskotini frá bæði Socialdemokraterna og Moderaterna, áðrenn hon tekur støðu til einstøku partarnar.
– Vit vilja síggja heildina og bíða tí við at gera viðmerkingar til einstakar partar, til vit hava sæð bæði samlaðu uppskotini, skrivar hon á X.
Nú eru 56 dagar síðani ríkisdagsvalið í Svøríki, men hvørki reyðgrønu flokkarnir ella borgarligi vongurin hava megnað at skipa stjórn.
Verandi forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, roynir at skipa eina borgarliga stjórn við Moderaterna, Centerpartiet, Kristdemokraterna og Liberalerna. Teimum tørvar stuðul frá Sverigedemokraterna fyri at hava meiriluta í Ríkisdegnum.
Kristersson segði, at uppgávan gjørdist minni ógjørlig, eftir at Sverigedemokraterna fríggjadagin slepti kravinum um sjálvt at vera við í stjórnini fyri at stuðla henni.
Kelda: Ritzau/TT