info
Ongi úrslit
Í Leirvík verður eisini felags jólasangur, listaframsýning og kafé, har til ber at seta seg niður við einum góðum kaffimunni og njóta góðan jólastemning

Hugnaligur jólamarknaður fyri alla familjuna

Á jólatiltakinum verða fleiri sølubásar, og her verður felags jólasangur, listaframsýning og kafé, har til ber at seta seg niður við einum góðum kaffimunni og njóta góðan jólastemning

Vilmund Jacobsen
12. november 2026 kl. 14:32

Sunnudagin hin 15. november frá klokkan 14-18 verður Brandstøðin í Leirvík aftur karmur um ein hugnaligan jólamarknað fyri alla familjuna.

- Á jólamarknaðinum verða umleið 20 sølubásar við alskyns spennandi lutum til sølu, og harumframt verður nógv annað hugnaligt á skránni.

Á heimasíðuni hjá Eysturkommunu verður sagt, at her verður okkurt fyri bæði stór og smá.

- Eitt nú kunnu børnini fara ein ókeypis túr við brandbilinum ella hugna sær í teknikrókinum. Eisini verður møguligt at keypa kramarís, slush ice og poppkorn.

Á skránni verður eisini felags jólasangur, listaframsýning og kafé, har til ber at seta seg niður við einum góðum kaffimunni og njóta jólastemningin.

Sagt verður, at endamálið við tiltakinum er at geva fólki høvi at selja síni kreativu verk - og at savna fólk til felags jólahugna.

- Hetta verður eisini eitt gott høvi at finna serstøku jólagávuna – gávuna, sum er gjørd við nærleika og kærleika - kanska frá einum, tú kennir.

Og í Eysturkommunu leggja tey aftrat:

- Vit vóna, at nógv vilja leggja leiðina framvið Brandstøðini sunnudagin 15 november og soleiðis verða við til at skapa ein góðan og hugnaligan dag saman.

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið á Brandstøðini í Leirvík.

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

Í gjár kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nýggj bók um Sámal Toftanes

1 minuttur síðan
Tíðindi

Søren Huss á Voxbotn

4 minuttir síðan
Hondbóltur

U17-landsliðið skal spæla EM-undankapping við Tjarnir

18 minuttir síðan
Tíðindi

56 seglbátar við 191 ferðafólkum vitjaðu í Vági

1 tími síðan
Tíðindi

Veitarar úr Eysturoy á vitjan í Noregi

1 tími síðan
Tíðindi

12. november á forsíðunum gjøgnum árini

2 tímar síðan
Fótbóltur

Meistaravenjari kemur ikki aftur til Runavíkar

2 tímar síðan
Tíðindi

Danmark lækkar partafelagsskattin niður í 19 prosent

2 tímar síðan
Tíðindi

Føroyar við í norð­ur­lendsk­um út­boði um veður­lags­til­búgv­ing

2 tímar síðan
Tíðindi

Hvussu eru føroysku firðirnir broyttir?

2 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Dómari úr Finnlandi til dystin Slovakia-Føroyar

3 tímar síðan
Tíðindi

Frá grafikkortum til AI-stjørnu: Nú er Nvidia-stjórin undir trýsti

3 tímar síðan