Aftur í ár hava fleiri seglbátar lagt leiðina inn á Vágsfjørð. Talan er um 56 bátar – tríggir færri enn í 2025. Tó komu fleiri ferðafólk við bátunum í ár enn undanfarna ár.
Í Vágs kommunu vísa tey á, at fyrsti seglbáturin kom á Vág hin 16. januar, sum er munandi fyrr á árinum, enn seglbátar vanliga koma.
- Hesin heldur stóri seglbáturin lá í Vági í tveir dagar, áðrenn leiðin gekk norðureftir. Umborð vóru níggju fólk.
Sagt verður, at hin næsti seglbáturin kom 22. apríl, og síðani tá hava seglbátar regluliga verið at síggja í Vágs havn.
- Flestu bátarnir eru úr Evropa, men bátar úr Kanada, Avstralia og USA hava eisini vitjað.
Í Vági siga tey, at seglbátarnir liggja í miðal tveir og ein hálvan dag í Vági, áðrenn teir sigla víðari.
- Meðan bátarnir liggja í Vági, plaga ferðafólkini at hvíla seg og gera brúk av hentleikum og tænastum, umframt at uppliva náttúruna í og kring Vág.
Tilsamans vóru 191 ferðafólk við seglbátunum, sum vitjaðu Vág, harav átta børn.
- Hetta eru munandi fleiri ferðafólk enn í fjør, tá 140 ferðafólk komu við teimum 59 seglbátunum.
Í Vági verður sagt, at ferðafólkini lata væl at umstøðunum í Vági.
- Vit síggja eisini, at fleiri seglbátar leggja leiðina aftur til Vágs. Talan er bæði um bátar, sum hava vitjað undanfarin ár og bátar, sum hava vitjað fleiri ferðir í ár.
At enda siga tey í Vágs kommunu, at seinasti seglbáturin kom á Vág hin 8. oktober.