Í døgunum 1. – 5. november vóru lokalir ferðavinnuveitarar og umboð fyri Eysturkommunu á námsferð í Henning í Noregi.
- Eysturkommuna og Henning eru partur av einari samstarvsverkætlan, sum er stuðlað av NORA (NORA Projects).
Í Eysturkommunu verður víst á, at endamálið er, at ferðavinnuveitarar í báðum londum kunnu læra av hvørjum øðrum, fáa íblástur og hjálpast at við at menna ferðavinnutilboð.
- Á ferðini fingu luttakararnir høvi at royna ymisk ferðavinnutilboð og síggja, hvussu arbeitt verður við ferðavinnu í Henning.
Lagt verður aftrat, at í juni vóru umboð úr Henning á líknandi vitjan í Eysturkommunu, har tey royndu ymisk lokal ferðavinnutilboð og komu við afturmeldingum.
Verkætlanin heldur fram til januar 2028, og ætlanin er at brúka royndirnar frá vitjanunum til at menna og betra um upplivingar í Eysturkommunu.
Á heimasíðuni hjá Eysturkommunu - www.eysturkommuna.fo - síggjast fleiri myndir frá námsferðini í Henning í Noregi.