info
Ongi úrslit

Søren Huss á Voxbotn

Voxbotn fyrireikararnir kunngera, at fólkakæridanski sangarin Søren Huss, ið vit kenna frá bólkinum Saybia, verður millum stóru nøvnini á OY Voxbotn 2027. Við síni eyðkendu rødd og eini røð av stórum hittum er lagt upp til eina heilt serliga konsertløtu í Vágsbotni leygardagin 26. juni.

Nanný J. Toftegaard
12. november 2026 kl. 14:38

Søren Huss gjørdist kendur sum oddamaður í danska bólkinum Saybia, ið fekk sítt stóra gjøgnumbrot fyrst í 2000-árunum.

Við hittum sum The Second You Sleep og I Surrender sang bólkurin seg inn í hjørtuni á tónleikaáhugaðum bæði í Danmark og Føroyum.

Og hvør minnist ikki eyðkenda niðurlagið í The Second You Sleep? … I stay, to watch you fade away… Tað, sum fekk sjálvt teir, ið vanliga ikki vísa sínar kenslur, at royna seg í hægstu tónunum og syngja av fullum hálsi!

Søren Huss hevur síðani staðið á egnum beinum sum solistur og hevur við sínum persónligu, vøkru og ofta sorgblíðu sangum staðfest sína støðu sum ein av mest sermerktu sangarunum í Danmark.

Hann er ein heilt serstakur sangari og lagsmiður, sum fáur dugir at rúnabinda áhoyrararnar. Við síni vøkru og sárbæru rødd megnar hann at skapa eina nærveru, sum rakar beint í hjartað.

Ein sangur, sum savnaði tjóðina

Hvør hevði trúð, at eitt danskt lag, sungið á enskum, skuldi gerast ein felagssangur, sum savnaði føroysku tjóðina?

Og um tú nú hugsar um eina orkufulla, pumpandi rútmuna, sum fær stemningin upp undir loftið, so er tað ikki heilt soleiðis. Heldur er talan um ein vakran og kenslubornan sang um at geva seg yvir.

Vit skrúva tíðina aftur til januar 2024. Hondbóltsfepurin er í hæddini í Føroyum, og okkara ungu garpar bergtaka eina heila tjóð við sínum framúrskarandi spæli í Berlin.

Eftir dystirnar savnast leikarar og túsundtals føroyskir áskoðarar. Saman syngja tey av fullum hjarta lagið I Surrender hjá Saybia.

Ein sangur, sum brádliga fekk eitt heilt serligt pláss í hjørtunum á føroyingum, og sum mong okkara seint fara at gloyma.

Nú kemur maðurin handan hesa tónleikaupplivingina til Føroyar!

Brakið verður 26. juni 2027

Leygardagin 26. juni 2027 verður Vágsbotnur staðið, tú skalt vera!

Tá verður OY Voxbotn aftur karmur um eina rimmar tónleikaveitslu við stórum tónleikanøvnum. Vit hava sett størstu skránna í søguni hjá Voxbotn saman, og fleiri av bestu føroysku og útlendsku tónleikanøvnunum verða at hoyra á pallinum.

Søren Huss er ein sannur fongur fyri OY Voxbotn, og vit gleða okkum til eina heilt serliga løtu, tá Vágsbotnur fer at syngja við til hansara kendu sangir.

Atgongumerki til OY Voxbotn 2027 fáast fyri bert 795 kr. í SMS, Magn við Ringvegin, Magn í Klaksvík og á ebillett.fo.

OY VOXBOTN 2027 Í SAMSTARVI VIÐ:

SMS, Atlantic Airways, OY, Betri Trygging, Eta, Burger King, Magn, Red Bull, Coca-Cola, Hoyrnina og Nema.

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

Í gjár kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nýggj bók um Sámal Toftanes

12 minuttir síðan
Tíðindi

Hugnaligur jólamarknaður fyri alla familjuna

23 minuttir síðan
Hondbóltur

U17-landsliðið skal spæla EM-undankapping við Tjarnir

30 minuttir síðan
Tíðindi

56 seglbátar við 191 ferðafólkum vitjaðu í Vági

1 tími síðan
Tíðindi

Veitarar úr Eysturoy á vitjan í Noregi

1 tími síðan
Tíðindi

12. november á forsíðunum gjøgnum árini

2 tímar síðan
Fótbóltur

Meistaravenjari kemur ikki aftur til Runavíkar

2 tímar síðan
Tíðindi

Danmark lækkar partafelagsskattin niður í 19 prosent

2 tímar síðan
Tíðindi

Føroyar við í norð­ur­lendsk­um út­boði um veður­lags­til­búgv­ing

3 tímar síðan
Tíðindi

Hvussu eru føroysku firðirnir broyttir?

3 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Dómari úr Finnlandi til dystin Slovakia-Føroyar

3 tímar síðan
Tíðindi

Frá grafikkortum til AI-stjørnu: Nú er Nvidia-stjórin undir trýsti

3 tímar síðan