Tað var boðskapurin hjá donsku verjuni og Forsvarets Efteretningstjeneste í dag. Faktiskt segði verjumálaráðharrin, at støðan er meira álvarslig nú, enn hon nakrantíð hevur verið síðan kalda kríggið endaði.
Enn er ítøkiliga trygdarstøðan ikki versnað í Føroyum. “So far, so good” freistast mann at siga. Men tað merkir ikki, at vit í Føroyum kunnu vera líkasæl. Vit kunnu ikki lata standa til, til hóttanin stendur í okkara egna túni.
Tí vit mugu eisini skilja, at endamálið hjá Russlandi er ikki einans at vinna á Ukraina. Russland hevur eisini áhuga í einum veikari og meira sundurskiltum Vesturheimi. Hybridálopini frá Russlandi snúgva seg um at skapa ótryggleika og ósemjur millum okkum. Um vit byrja at ivast í hvørjum øðrum, venda ryggin til okkara sameindu, ella hugsa, at hetta bara er ein trupuleiki hjá londunum, sum liggja upp at Russlandi, so hevur Russland longu partvíst vunnið.
Tí er tað týdningarmikið at vit standa saman – eisini í Føroyum.
Tað kann vera lætt at hugsa, at hetta er langt burturi, og at vit tí einki hava við hetta stríðið at gera. Vit hava ongar russiskar stríðsvognar nærhendis, og sum nevnt er eingin beinleiðis hernaðarlig hóttan móti Føroyum í løtuni. Men tann trygd og tann friður, vit hava notið gott av í áratíggju, kunnu vit ikki longur taka fyri givið.
Vit verða noydd til – fram um alt – at standa saman við teimum londum, sum vit deila trygd og virðir við.
Vit kunnu hava okkara egnu áhugamál og egnu áskoðanir – tað hava øll lond – men tá tað kemur til grundleggjandi trygd og frið í okkara parti av heiminum, mugu vit skilja, at samhaldsfesti og samanhald eru ein styrki.
Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin