Tað kostar meira at leggja kjøt í innkeypskurvina. Frá august í fjør til august í ár eru kjøtvørur dýrkaðar nærum átta prosent, og hækkingin fevnir um stórt sæð allar kjøtvørur.
Tað vísir nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya.
Samanlagt eru mat- og drykkjuvørur tó bert dýrkaðar nærum eitt prosent seinasta árið. Grønmetisprísirnir eru lækkaðir, millum annað tí meirvirðisgjald ikki longur verður lagt á hesar vørur.
Breyð og kornvørur umframt kaffi, te og kakao eru hinvegin dýrkað nærum trý prosent. Sæð yvir fimm ár eru mat- og drykkjuvørur dýrkaðar góð 30 prosent.
Oljuprísir draga upp
Samlaði prísvøksturin var 2,5 prosent frá august 2025 til august 2026. Sambært Hagstovuni eru hækkandi oljuprísir størsta orsøkin.
Brenniolja er dýrkað upp móti 31 prosentum, og brennievni til bilar er dýrkað 33,6 prosent. Meirvirðisgjaldið á brennievni til akfør varð tikið av hálvan mai, men lagt á aftur 1. august.
Lægri húsalánsrenta togar hinvegin niður í samlaða prísvøkstrinum. Miðalrentan er lækkað góð 20 prosent seinasta árið. Eisini húsbúnaður og húshaldsútgerð eru vorðin bíligari.