info
Ongi úrslit

Brúkaraprístalið er hækkað 2,5 prosent

Brúkaraprístalið er hækkað 2,5 prosent seinasta árið. Serliga eru tað hækkandi oljuprísirnir, ið draga prístalið uppeftir

Nanný J. Toftegaard
24. september 2026 kl. 15:15

Hagstovan skrivar, at brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri prísvøkstur í Føroyum, sum eisini verður nevnt inflatión. Nýggjasta uppgerðin er fyri mai mánað í ár.

Prístalið hækkaði 2,5 prosent frá august 2025 til august 2026. Størsta orsøkin til prísvøksturin stavar frá hækkandi brennioljuprísi.

Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Av teimum telja býli og flutningur næst og triðmest hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi. Prísirnir á býli og flutningi eru hækkaði ávikavist 5,2 prosent og 7,4 prosent. Prísvøksturin í hesum bólkum stavar fyri tað mesta frá hægri brennioljuprísum. Onnur vøra, ið eisini er hækkað nógv er tubbak, har prísurin er hækkaður upp móti 14 prosentum. 

Hinvegin eru aðrar vørur og tænastur, ið tálma prísvøkstrinum. Húsalánsrentan er lækkað nógv. Prísirnir á húsbúnaði og húshaldsútgerð eru eisini lækkaðir seinasta árið.

Í august 2026 vóru mat- og drykkjuvørur nærum eitt prosent dýrari enn sama mánað í fjør. Seinastu fimm árini eru mat- og drykkjuvørur dýrkaðar góð 30 prosent.

Tá hugt verður nærri at, hvørjar mat- og drykkjuvørur, ið hava verið fyri prísvøkstri seinasta árið, sæst, at serliga kjøt er dýrkað. Prísvøksturin er næstan 8 prosent fyri kjøt, og er hann galdandi fyri stórt sæð allar kjøtvørur. Prísirnir á breyði og kornvørum umframt kaffi, te og kakao eru farnir upp við nærum trimum prosentum. 

Prísurin á grønmeti er lækkaður, og stavar tað millum annað frá, at MVG ikki longur verður lagt á hesar vørur.  

Brennievni til býli og flutning

Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli og til flutning eru í miðal hækkaðir ávikavist góð fimm prosent og góð sjey prosent frá august í 2025 til august í 2026. Tó er prístalið fyri býli lækkað eitt vet seinasta ársfjórðing. Hetta stavar frá lægri rentu og frá, at prísvøksturin á húsaleigu og umvælingum ikki hevur verið eins høgur seinasta ársfjórðing.

Miðalrentan er lækkað góð 20 prosent seinasta árið, og tað togar prísvøksturin niður. Hinvegin er prísurin á brenniolju hækkaður upp móti 31 prosentum. Hesi toga hvør sín veg, so prístalið fyri býli hækkaði í miðal 5,2 prosent í august 2026.

Príshækkingin á brennievni til bilar ávirkar prístalið fyri flutning. Prístalið fyri brennievni til bilar hækkaði nevniliga 33,6 prosent frá august 2025 til august 2026.

Meirvirðisgjaldið á brennievni til akfør var tikið av hálvan mai, og lagt á aftur frá 1. august 2026. Prísurin á brennievni, fyri til dømis august mánað, verður roknaður sum miðal av dagsprísunum allar dagar í august.  


Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nýggir limir í stýrið fyri Dugna

5 minuttir síðan
Fótbóltur

U21-landsliðið fær altjóða óroyndan dómara í Pärnu

25 minuttir síðan
Tíðindi

Bátsvanlukka: Tað vóru fýra menn sum lótu lív

1 tími síðan
Tíðindi

Framføra tónleikaverk til svimjihøllina

1 tími síðan
Tíðindi

FE: Russland fer at herða álopini á Vesturheimin

2 tímar síðan
Tíðindi

Kreml hevur ikki tikið støðu til innbjóðing úr USA

2 tímar síðan
Tíðindi

Løkke: USA skal sjálvt gjalda fyri herstøðir í Grønlandi

3 tímar síðan
Myndasøvn

Tingfundur 24.09.26

3 tímar síðan
Tíðindi

Barba aftur til HM – lyftir fríggjamorgunin

3 tímar síðan
Tíðindi

Níggju herfólk lótu lív undir venjing í Kasakstan

3 tímar síðan
Tíðindi

Bjarni spyr løgmann um Merkið á donskum herbúnum

3 tímar síðan
Tíðindi

Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

3 tímar síðan