Landsliðsfjepparafelagið "Skansin" boðar frá á teirra facebookvanga:
-Skansin stuðlar Eydnudeildini við stórum stuðulstiltakið 26. september. Stuðla og tú ert við í kappingini um nógvar góðar vinningar.
Vinn ein RIB túr fyri 12 fólk við RIB62, Stovukonsert við Son of Fortune, landsliðsblusur signeraðar av øllum liðnum, blusur hjá øllum liðum í Meistaradeilduni og Fyrstu deild signeraðar av liðskiparunum. Umframt listaverk frá níggju ymiskum listafólkum.
Tú luttekur í kappingini við at flyta peningin á konto: 9181-5592765, viðmerk títt navn.
Seinasta freist at stuðla umvegis flyting er 25.september, men eisini er møguligt at koma til sjálvt tiltakið 26. september.
Fyri hvørjar 200 krónur, ið ein letur, fær man ein seðil við sínum navni við í pottin.
Innkomni peningurin verður latin óskerdur til stóra arbeiðið, ið Eydnudeildin ger.
Takk fyri stuðulin. Boðar Skansin frá.