Klokkan 17 leygardagin verður fyrsti dystur í nýggju Nations League kappingini, tá ið Føroyar og Kasakstan fara at spæla á Tórsvølli.
Ætlanin ver, at ferðalagið úr Kasakstan skuldi lenda í Vágum klokkan 18 í kvøld. Soleiðis verður tað ikki, tí vánaliga veðrið er orsøkin til, at øll flogferðsla nú seinnapartin og í kvøld er avlýst. Ferðalagið úr Kasakstan ferðast langa teinin til Føroya í lokalum leiguflogfari.
Sunnan er vánalig ætt á flogvøllinum, har tað er nógvur vindur. Mitt í nátt siga forsøgnirnar, at vindurin fer at minka eitt sindur, og tá verður tað útsynningur. Eisini í morgin verður tað útsynningur, og tá verður vindferðin umleið 15 metrar um sekundið. Út á kvøldið fer hann at minka, og fram ímóti midnátt verður vindferðin átta metrar um sekundið. Tað verður vónað, at ferðalagið úr Kasakstan fer at lenda í Føroyum einaferð í morgin. Nær tað verður er framvegis opin spurningur. Sum tað skilst, so er flogfarið framvegis í Kasakstan.
Veðrið ávirkar eisini fyrireikingarnar hjá føroyska liðnum, sum hevur fyrireikað seg síðani mánadagin, og sum síðani seinnapartin í gjár hevur verið á gistingarhúsi. Ætlanin var at venja klokkan 13 í dag, men tann venjingin varð útsett fyribils í tríggjar tímar.
Nú er tað greitt, at dómari leygardagin verður Ishmael Barbara, sum er av Malta. 33 ára gamli Ishmael Barbara hevur dømt fleiri U-21 og U-19 landsdystir, og eisini hevur hann dømt í undankappingum til UEFA Champions League og UEFA Conference League.
Tvær ferðir áður hevur hann dømt A-landsdystir. Tann fyrri var vinadystur millum Rumenia og Moldova 9. oktober í fjør, og tann seinni var 31. mars í ár, tá ið Kasakstan, sum er mótstøðuliðið hjá Føroyum leygardagin, hevði vitjan av Komoroyggjunum, sum eru í Indiskahavinum millum Mosambikk og Madagaskar.