info
Ongi úrslit
Martin Karl Olsen, Margit Stórá, Elin Ludvig, Magni á Deild Olsen, Heri Reynheim, Ása Olsen og Jóhanna Jancyardóttir.

Nýggir limir í stýrið fyri Dugna

Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, hevur valt tríggjar limir í stýrið fyri Dugna. Jóhanna Jancyardóttir og Heri Reynheim eru nývald, meðan Magni á Deild Olsen er afturvaldur. Tey eru vald fyri tíðarskeiðið 1. september 2026 til 31. august 2030.

Eirikur Lindenskov
24. september 2026 kl. 15:55

Umframt tey trý sita Martin Karl Olsen og Ása Olsen í stýrinum.

Stýrið hevur nú skipað seg av nýggjum við Jóhonnu Jancyardóttir sum forfólki og Martini Karl Olsen sum næstforfólki.

Í gjár vitjaði landsstýriskvinnan Dugna, har hon heilsaði upp á stýrið og ynskti limunum góðan arbeiðshug.

Dugni hevur ein týðandi leiklut í at hjálpa fólki at menna sínar arbeiðsførleikar og fáa ella varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. Eg fegnist um, at stýrið er farið til verka, og síggi fram til, at tað saman við leiðsluni heldur fram at menna tilboð, sum geva fleiri fólkum møguleika at brúka sínar førleikar og gerast partur av arbeiðslívinum”, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum.

Nýggju limirnir hava báðir drúgvar og viðkomandi royndir við sær í stýrisarbeiðið.

Jóhanna Jancyardóttir er eindarleiðari fyri eindina Børn og ung í Almannaverkinum. Hon er útbúgvin námsfrøðingur og hevur drúgvar royndir innan leiðslu, virknistænastur og sosiala økið.

Heri Reynheim er formaður í Havnar Arbeiðarafelag og hevur drúgvar royndir frá arbeiðsmarknaðinum og fakfelagsarbeiði.

Landsstýriskvinnan takkar samstundis fráfarandi stýrislimunum fyri teirra íkast og arbeiðssemi.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Søkt verður eftir nýggjum stjóra til Vørn

7 minuttir síðan
Tíðindi

Dómarin er av Malta

18 minuttir síðan
Tíðindi

Faðir og dóttir á býráðsfundi

25 minuttir síðan
Tíðindi

Fyrrverandi lands­apo­tek­ari ákærd­ur – krevja fongs­uls­revsing

38 minuttir síðan
Fótbóltur

U21-landsliðið fær altjóða óroyndan dómara í Pärnu

1 tími síðan
Tíðindi

Brúkaraprístalið er hækkað 2,5 prosent

1 tími síðan
Tíðindi

Bátsvanlukka: Tað vóru fýra menn sum lótu lív

2 tímar síðan
Tíðindi

Framføra tónleikaverk til svimjihøllina

2 tímar síðan
Tíðindi

FE: Russland fer at herða álopini á Vesturheimin

2 tímar síðan
Tíðindi

Kreml hevur ikki tikið støðu til innbjóðing úr USA

3 tímar síðan
Tíðindi

Løkke: USA skal sjálvt gjalda fyri herstøðir í Grønlandi

4 tímar síðan
Myndasøvn

Tingfundur 24.09.26

4 tímar síðan