Uttanríkis- og fiskimálaráðið søkir eftir stjóra til Vørn. Í starvslýsingini verður sóknast eftir einum framskygdum og savnandi leiðara, sum skal tryggja dagliga raksturin og saman við deildarleiðslunum reka stovnin sum eina samlaða eind.
Vørn fevnir um Fiskiveiðieftirlitið, MRCC/Tórshavnradio, Samfelagstrygd og tilbúgving og Veðurtænastuna. Harumframt hoyra skipini Brimil og Tjaldrið til stovnin, sum eisini hevur avtalu við Atlantsflog um tyrlutænastu.
Uppgávurnar fevna millum annað um umsiting av fiskiloyvum, eftirlit við fiskiveiði, leiting og bjarging á føroyskari havleið og samskipan av tilbúgving og samfelagstrygd.
Skal hava politiskt tev og altjóða útsýni
Ráðið leggur dent á, at nýggi stjórin hevur holla fakliga vitan, innlit í almenna fyrisiting og politiskt tev. Viðkomandi skal kunna veita landsstýrinum framskygda og álítandi ráðgeving.
Umsøkjarar skulu hava kandidatútbúgving frá lærdum háskúla ella útbúgving og royndir, sum kunnu javnsetast við hana. Leiðslu- og starvsroyndir innan virkisøkini hjá Vørn kunnu vera ein fyrimunur, eins og royndir við millumtjóða samstarvi.
Av tí at málsøkini hjá Vørn kunnu hava stóran almennan áhuga, verður eisini dentur lagdur á, at stjórin dugir at samskifta beinleiðis og greitt.
Freistin er 16. oktober
Starvið verður lønt ájavnt 38. lønarflokki, sum eftir galdandi lønartalvu millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag landsins, tó uttan at vera eitt tænastumannastarv. 38. lønarflokkur svarar til góðar 69.200 krónur um mánaðin fyri skatt.
Umsóknir skulu sendast til [email protected] í seinasta lagi fríggjadagin 16. oktober 2026 klokkan 12.
Starvslýsingin kann lesast á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og fiskimálaráðnum.