Í morgin seinnapartin klokkan 17 spælir føroyska U21-landsliðið áttanda EM-undankappingardystin í undanbólki C.
Dysturin verður leiktur á Pärnu Rannastaadion leikvøllinum, har Estland verður mótstøðuliðið.
Rás1 hjá Televarpinum vísir dystin.
Tá Føroyar og Estland hittust á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík 7. juni í fjør vunnu Føroyar 2-1. Johan Josephsen javnaði fyri Føroyar í 73. minutti, og Áki D. Samuelsen skoraði sigursmálið upp á brotsspark í yvirtíðini.
Undan dystinum í Pärnu hava Føroyar níggju stig, meðan Estland bert hevur tvey stig. Tað verður tó alt annað enn ein lættur dystur hjá okkara monnum.
Tað verður ein altjóða óroyndur dómari, ið skal døma dystin í Pärnu. Talan er um 28 ára gamla lettlendska dómaran, Kristaps Ratnieks, ið fyrst gjørdist altjóða dómari í vár.
Seinast í mars dømi Kristaps Ratnieks nakrar U19 EM-undankappingardystir í einari undankapping í Finnlandi
Men tað er ofta luturin hjá Føroyum, at vit eru partur av dysti, ið teir altjóða óroyndu dómararnir døma.
ESTLAND-FØROYAR
Dómari: Kristaps Ratnieks LVA
Hjálpardómari 1: Arturs Šakurovs LVA
Hjálpardómari 2: Nikita Ivlevs LVA
Fjórði dómari: Aleksandrs Anufrijevs LVA
UEFA dómaraeygleiðari: Ferenc Székely HUN
UEFA umboð: Danny Meenan IRL