info
Ongi úrslit

Framføra tónleikaverk til svimjihøllina

Leygarkvøldið 7. november kl. 20.00 verður høvi at hoyra verkið Bylgjan í Løkshøll

Nanný J. Toftegaard
24. september 2026 kl. 14:30

Hin 29. desember 2025 var søguligur dagur í  Runavíkar kommunu, tá nýggja svimjihøllin, Bylgjan, sum hevði verið ávegis í seksti ár loksins stóð liðug og klár til almenna vígslu.

Runavíkar kommuna skrivar, at tá henda stóra løta skuldi hátíðarhaldast, hevði kommunan bílagt eitt tónleikaverk frá sangskrivaranum og tónleikaranum Niclas Johannesen, sum byrjaði sína tónlistarligu leið á Glyvrum. Niclas hevur skrivað bæði orð og tónleik til verkið, sum er fyri kór, blásarar, orkestur, solistar og upprópara og hevur ymiskar persónligar hugleiðingar frá uppvøkstrinum í kommununi.

Verkið, sum eisini ber heitið Bylgjan, varð framført fyri fullsettari høll, og útvið seksti fólk stóðu á pallinum hendan seinnapartin í desember og sungu í felag “Hetta er okkara bygningsverk”. Fagnaðurin var stórur og eftirspurningur hevur síðani verið um at fáa tað framført aftur.

Leygarkvøldið 7. november kl. 20.00, tá árligi Býarskáin er í økinum, verður høvi at hoyra verkið, tí tá trýna øll hesi somu seksti fólkini á pallin í Løkshøll.

Eftir framførsluna verður ein kaffisteðgur, og síðani verður skipað fyri forkunnugum práti við fleiri luttakarar, hvørs tónlistaleið onkursvegna er sprottin úr eystara armi á Skálafjørðinum. Tað verður Hilmar Jan Hansen, sum kemur at stjórna prátinum og lagt verður upp til eina óformella og hugnaliga løtu, har vit andøva við nakrar av tónlistarligu bylgjurnar á fjørðinum seinastu áratíggjuni.

 


Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Brúkaraprístalið er hækkað 2,5 prosent

0 minuttir síðan
Tíðindi

Bátsvanlukka: Tað vóru fýra menn sum lótu lív

34 minuttir síðan
Tíðindi

FE: Russland fer at herða álopini á Vesturheimin

1 tími síðan
Tíðindi

Kreml hevur ikki tikið støðu til innbjóðing úr USA

1 tími síðan
Tíðindi

Løkke: USA skal sjálvt gjalda fyri herstøðir í Grønlandi

2 tímar síðan
Myndasøvn

Tingfundur 24.09.26

2 tímar síðan
Tíðindi

Barba aftur til HM – lyftir fríggjamorgunin

2 tímar síðan
Tíðindi

Níggju herfólk lótu lív undir venjing í Kasakstan

2 tímar síðan
Tíðindi

Bjarni spyr løgmann um Merkið á donskum herbúnum

2 tímar síðan
Tíðindi

Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

3 tímar síðan
Tíðindi

Yvir 750 danskir fjepparar við ferju til Oslo

4 tímar síðan
Tíðindi

ILA staðfest hjá Salmar í Årnes

4 tímar síðan