info
Ongi úrslit

Fyrrverandi lands­apo­tek­ari ákærd­ur – krevja fongs­uls­revsing

Tíggju ákærupunkt eru í málinum móti Hjalta Gunnarstein. Sambært Kringvarpinum er hann ákærdur fyri at hava brúkt navnið hjá einum pensjóneraðum lækna til at fáa reseptheilivág útflýggjaðan.

Eirikur Lindenskov
24. september 2026 kl. 16:14

Hjalti Gunnarstein, fyrrverandi landsapotekari, er ákærdur fyri skjalafalsan og embætismisnýtslu. Ákæruvaldið krevur fongsulsrevsing, skrivar Kringvarp Føroya.

Ákærurnar snúgva seg í høvuðsheitum um, at hann skal hava sett navnið hjá einum pensjóneraðum lækna á reseptir og brúkt tær til at fáa heilivág frá Tjaldurs Apoteki í Havn. Læknin hevði sambært ákæruritinum ikki longur heimild at útskriva heilivág.

Ákæruvaldið hevur savnað átta ítøkilig dømi frá 12. januar 2023 til 14. mai 2025. Harumframt fevnir eitt ákærupunkt um í minsta lagi 20 føri frá apríl 2016 til juni 2021, tá hann skal hava brúkt somu mannagongd.

Ákærdur fyri at misnýta starvið

Sambært Kringvarpinum er talan millum annað um pínulinnandi heilivág, heilivág fyri høgt blóðtrýst og hjarta, antibiotika og salvu fyri húðsjúkur.

Umframt ákærurnar um skjalafalsan er Hjalti Gunnarstein ákærdur fyri embætismisnýtslu. Ákæruvaldið heldur, at hann sum ovasti leiðari fyri Apoteksverkið skal hava misnýtt starv sítt til órættiliga at fáa reseptheilivág útflýggjaðan.

Ógreitt um hann játtar seg sekan

Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, upplýsir fyri Kringvarpinum, at ákæruvaldið krevur fongsulsrevsing. Hon vil ikki siga, hvussu drúgva revsing talan verður um.

Ákæruvaldið ætlar at føra málið sum eitt játtanarmál og væntar sostatt, at fyrrverandi landsapotekarin játtar seg sekan. Tað er tó ikki staðfest.

Jógvan Páll Lassen, verji hjá Hjalta Gunnarstein, sigur við Kringvarpið, at hann enn ikki kann upplýsa, um klientur hansara játtar seg sekan.

Hjalti Gunnarstein segði seg úr starvi sum landsapotekari 17. februar í ár. Sambært Kringvarpinum stóð hann tá til at verða burturvístur.

 

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Hægri rentur og prísir minka um keypiorkuna hjá føroyingum

22 minuttir síðan
Tíðindi

Søkt verður eftir nýggjum stjóra til Vørn

33 minuttir síðan
Tíðindi

Dómarin er av Malta

44 minuttir síðan
Tíðindi

Faðir og dóttir á býráðsfundi

51 minuttir síðan
Tíðindi

Nýggir limir í stýrið fyri Dugna

1 tími síðan
Fótbóltur

U21-landsliðið fær altjóða óroyndan dómara í Pärnu

1 tími síðan
Tíðindi

Brúkaraprístalið er hækkað 2,5 prosent

2 tímar síðan
Tíðindi

Bátsvanlukka: Tað vóru fýra menn sum lótu lív

2 tímar síðan
Tíðindi

Framføra tónleikaverk til svimjihøllina

2 tímar síðan
Tíðindi

FE: Russland fer at herða álopini á Vesturheimin

3 tímar síðan
Tíðindi

Kreml hevur ikki tikið støðu til innbjóðing úr USA

3 tímar síðan
Tíðindi

Løkke: USA skal sjálvt gjalda fyri herstøðir í Grønlandi

4 tímar síðan