info
Ongi úrslit

Vónbrotið er stórt í Gundadali

Hóast Klæmint A. Olsen ikki var við, so vísti NSÍ øgiligan effektivitet og vann eitt stig ímóti B36, sum framvegis er fimm stig frá fjórða plássi

Jóannes Hansen
15. september 2024 kl. 18:13

Tað endaði 2-2 í Gundadali, har NSÍ var gestur hjá B36.

Í árstalsfelagnum eru teir vónbrotnir um, at úrtøkan var eitt stig, og í NSÍ leguni eru teir nøgdir við eitt stig og at NSÍ er á fjórða plássi, og at tað framvegis eru fimm stig aftur til B36.

-Vit høvdu ætlað okkum at vinna fulla úrtøku í dag, men tá ið vit tvær ferðir vóru aftanfyri og í longum løtum vóru kroystir, so kunnu vit ikki annað enn vera nøgdir við, at tað endaði 2-2, sigur NSÍ málverjin Kristian Joensen í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpinum. Nú Klæmint A. Olsen ikki var tøkur, tí hann var leikbannaður, var Kristian Joensen NSÍ liðformaður.

Eftir samanbrest við mótstøðumann lá hann á vøllinum í góða løtu í fyrra hálvleiki, men hann kom fyri seg og spældi allan dystin á tamb.

B36 hevði stóran part av tíðini betri tak á spælinum, og B36 spældi seg til fleiri góðar støður og málmøguleikar.

-Tá ið máltalvan eftir síðsta bríksl vísir 2-2, so kunnu vit ikki siga annað, enn at tað er rætta myndin. Vit kunnu takka okkum sjálvum fyri, at vit ikki skoraðu fleiri mál, tí vit spældu okkum til fleiri heilt góðar møguleikar, uttan at tað eydnaðist at skora mál, staðfestir B36 liðformaðurin Jann J. Benjaminsen.

Úrslitið ber við sær, at NSÍ er á fjórða plássi við 38 stigum, og at B36 er á fimta plássi við 33 stigum.

Andrass Johansen var væl upplagdur á B36 miðvøllinum. Hann sneiddi seg leysan í vinstru og spældi Zean Dalügge leysan undir málinum, og so var 1-0 til B36, tá ið hálvur tími var farin.

Tveir minuttir seinni svaraði NSÍ aftur. B36 misti á veg í álop í høgru. Jesper Van Der Heyden rann í vinstru eftir allari mótstøðuhálvuni, áðrenn hann av brotsteigarmarkinum og umvegis stólpan sendi bóltin í málið og so var 1-1.

Seks minuttir eftir steðgin legði B36 seg aftur á odda, og aftur var tað Zean Dalügge, sum var málskjútti. Hann var fyrstur á returbólti og setti við høvdinum bóltin í málið. Nú er Dalügge B36 toppskjútti við níggju málum.

Petur Knudsen javnaði við brotssparki til 2-2. Tað var í 64. minutti, og hetta var 14. málið hjá Peturi Knudsen í ár. Hann er næstovast á máltindinum.

 

B36 – NSÍ 2-2 (1-1)

1-0: Zean Dalügge 30.

1-1: Jesper Van Der Heyden 32.

2-1: Zean Dalügge 51.

2-2: Petur Knudsen br 64.

Dómari: Mohammed Hefezi úr Norra

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

Í gjár kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

Í gjár kl. 21:48

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

13 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fleiri spreingingar í Riyadh

1 tími síðan
Lesarabrøv

Viðmerking til kjak um ferðslu­lóg í sam­band við el­súkklur

1 tími síðan
Tíðindi

Soleiðis er bygdarráðið í Vestmanna skipað

2 tímar síðan
Tíðindi

Rannsakaðu heimið hjá Trump-kritikara: – Eg vil ikki tiga

3 tímar síðan
Tíðindi

Fyrrverandi borgar­stjóri er nú vara­borgar­stjóri í Vestmanna

5 tímar síðan
Fótbóltur

Høvdu vunnið seks av seks dystum - taptu fyri Andorra á fyrsta sinni

5 tímar síðan
Tíðindi

Eyðdis vil hava aldursmark – Jacob hevur ongar ætlanir

6 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ætlar ikki at strika toll og avgjøld

6 tímar síðan
Tíðindi

Heystfagnaðarskráin 2026 er tøk

7 tímar síðan
Tíðindi

53 milliónir meira til gransking og menning

7 tímar síðan
Tíðindi

Fyrsta føroyska váða­mynd­in verð­ur klár í nov­em­ber ella desem­ber

8 tímar síðan
Fótbóltur

Eitt stig til B68 og sjey stig til Víking

9 tímar síðan