info
Ongi úrslit
© John Macdougall/Ritzau Scanpix
Jensen Huang, stjóri í amerikanska tøknirisanum Nvidia, hevur viðgingið eitt ástarsamband við eina kinesiska vinnulívskvinnu, sum er undir illgruna fyri njósnarí. Nú fer felagið at kanna, um sambandið kann hava sett trúnaðarupplýsingar í vanda

Nvidia-stjór­in hevði ástar­sam­band við mis­tonkt­aan njósnara

Amerikanski tøknirisin Nvidia fer nú at kanna, um stjórin í felagnum, Jensen Huang, kann hava latið trúnaðarupplýsingar frá sær í sambandi við eitt ástarsamband við eina kinesiska vinnulívskvinnu, sum er undir illgruna fyri njósnarí fyri Kina.

Eirikur Lindenskov
8. november 2026 kl. 23:09

Eitt ástarsamband hjá stjóranum í einum av heimsins mest virðismiklu feløgum hevur nú elvt til eina kanning, sum eisini snýr seg um amerikanska tjóðartrygd.

Jensen Huang, sum er stjóri og ein av stovnarunum av Nvidia, hevur viðgingið, at hann hevur havt eitt ástarsamband við kinesisku vinnulívskvinnuna Alice Huang.

Sambært Reuters hevur Nvidia í dag boðað frá, at felagið fer at kanna, um sambandið kann hava sett trúnaðarupplýsingar ella amerikanska tjóðartrygd í vanda.

Keypti mikroflísar fyri 32 milliardir krónur

Alice Huang hevur áður verið leiðari í felagnum Megaspeed í Singapore, sum hevur keypt stórar mongdir av mikroflísum frá Nvidia.

Seinastu tvey árini hevur Megaspeed keypt mikroflísar frá Nvidia fyri 4,8 milliardir dollarar, svarandi til umleið 32 milliardir krónur.

Amerikanskir myndugleikar hava kannað Megaspeed vegna illgruna um, at felagið hevur hjálpt Kina at fáa atgongd til framkomnar mikroflísar, sum amerikonsk útflutningsforboð annars forða kinesiskum fyritøkum at keypa.

Í oktober skrivaði New York Times, at ábendingar eru um, at Alice Huang kann hava latið upplýsingar víðari til kinesiskar myndugleikar.

Tað er tó ikki staðfest, at hon hevur framt njósnarí.

Viðgongur ótrúskap

Í einum telduposti til starvsfólkini í Nvidia hevur Jensen Huang viðgingið ástarsambandið og tikið ábyrgdina á seg.

– Eg var konu míni ótrúgvur. Mínar gerðir særdu bæði hana og børn okkara. Eingin umbering er fyri tað, eg gjørdi, skrivar hann sambært Reuters.

Jensen Huang, sum er 63 ára gamal, sigur seg stuðla kanningini fult út og hevur lovað at samstarva við tey, sum skulu kanna málið.

Eingin prógv um leka

Nevndin í Nvidia sigur, at hon í løtuni onga orsøk hevur til at halda, at amerikansk tjóðartrygd ella vinnuloyndarmál hjá felagnum eru komin í skeivar hendur.

Kortini verður nú sett ein kanning í verk, har allar tøkar upplýsingar í málinum skulu gjøgnumgangast.

Jensen Huang heldur fram sum stjóri í Nvidia, meðan kanningin fer fram.

Eitt av heimsins størstu feløgum

Jensen Huang var við til at stovna Nvidia í 1993 og hevur síðani verið ein av mest eyðkendu leiðarunum í amerikonsku tøknivinnuni.

Felagið er vorðið ein av heimsins størstu framleiðarum av framkomnum mikroflísum, sum millum annað verða brúktar til vitlíki.

Nvidia og Apple eru millum heimsins mest virðismiklu fyritøkur og hava kappast um fyrsta plássið, tá tað ræður um marknaðarvirði.

Amerikanska stjórnin hevur samstundis sett strong útflutningskrøv fyri tær mest framkomnu mikroflísarnar, tí tøknin hevur stóran týdning bæði fyri vinnulív og hernaðarliga menning.

Tí hevur málið um ástarsambandið hjá Nvidia-stjóranum eisini fingið trygdarpolitiskan týdning.

Keldur: Ritzau/Reuters og New York Times.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis vann Ungarn stórsigur á Kosovo í okkara bólki

56 minuttir síðan
Tíðindi

Málaðu hvala­veiði­mót­mæli á Paul Watson-skipið

1 tími síðan
Tíðindi

Fleiri deyð og 120 særd í tokvanlukku í Egyptalandi

1 tími síðan
Hondbóltur

Skanderborg hevur enn ikki fingið stig á heimavølli

1 tími síðan
Tíðindi

Ísland er opið fyri fleiri NATO-herfólkum

2 tímar síðan
Lesarabrøv

ADHD og autismuútgreiningar: Hvussu leingi skulu fólk bíða?

2 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis knógvaðu Føroyar eitt stig móti Montenegro

3 tímar síðan
Tíðindi

IAEA: Zaporizjzja hevur fingið streymin aftur

3 tímar síðan
Fótbóltur

Áki og Martin fingu spælitíð undan landsliðssteðginum

3 tímar síðan
Tíðindi

Andersson vil skipa stjórn uttan Vänsterpartiet

3 tímar síðan
Hondbóltur

Føroyar fingu stig í spennandi dysti í Montenegro

4 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: VÍF tapti við 10 málum í seinna dystinum

4 tímar síðan