info
Ongi úrslit

200 ung eru nú vald út at ynskja prinsinum tillukku

Tey skulu vera í smoking, klædningi ella longum kjóla, tá ung úr øllum ríkisfelagsskapinum skulu til gallataffel

Eirikur Lindenskov
26. september 2023 kl. 15:59

Allar tær 98 kommunurnar í Danmark eins og Føroyar og Grønland hava nú valt tvey 18 ára gomul, sum skulu í 18 ára føðingardag hjá Christian prinsi sunnudagin 15. oktober.
Tað upplýsir samskiftisdeildin í Kongshúsinum.
Tilsamans eru tí 200 ungdómar bodnir í kongaligu veitsluna.
Konshúsið bjóðaði fyrr í ár øllum kommunum í Danmark eins og Føroyum og Grønlandi at velja út tvey ung umboð til at vera við til hátíðarhaldið.
Summastaðni hava tey valt við lutakasti, aðrastaðni hevur ein dómsnevnd tikið støðu burtur úr umsóknunum.
Á degnum skulu tey ungu í eitt gallataffel á Christiansborg Slot við Margretu drotning sum verki. 
Her vera eisini umleið 110 aðrir gestir úr ítróttar-, lista, og mentanarheiminum.
Somuleiðis eru innbjóðingar sendar út til tey ungu, sum eru tilmeldað, og har sæst, at dresscodan er smoking/klædningur fyri dreingirnar og langir kjólar til kvinnurnar.
Men sum skilst kunnu føroyingar koma í føroyskum klæðum, tí ein fólka- ella tjóðbúni er inan fyri karmarnar, verður upplýst.
Luttakararnir fáa eisini møguleikan at heilsa upp á kongaligu familjuna við gaffataffilið.
Tey ungu skulu annars ikki hava gávur við til førðingardagsbarnið, sæst av innbjóðingini, sum Ritzau hevur sæð.
Á føðingardegnum fer Christian prinsur at vísa seg saman við familjuni á svalanum á Frederik VIII's Palæ á Amalienborg klokkan 12.
/ritzau/


 

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

Í gjár kl. 22:59

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni

Í gjár kl. 08:07

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Føroyar deila eitt javnleiks-met við tvey onnur landslið

1 tími síðan
Tíðindi

Partrolarapørini eru øll til fiskiskap

2 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Danmark smurdi Portugal av

3 tímar síðan
Tíðindi

Demokratur vinnur guvernørvalið í Alaska

3 tímar síðan
Fótbóltur

B68 hevur sett nýggjan venjara

4 tímar síðan
Tíðindi

Sjey frystilínuskip fiska í føroyskum sjógvi

4 tímar síðan
Fótbóltur

Her er nýggi venj­ar­in hjá besta mans­lið­num hjá B36

5 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Neistin tapti seinna dystin móti Zug við 22 málum

5 tímar síðan
Hondbóltur

Óli og Jóhan vóru toppskjúttar -Teis vann á Magnusi

5 tímar síðan
Tíðindi

Beinir Johannesen: Vit hækka ikki skattir og gjøld hetta valskeiðið

5 tímar síðan
Tíðindi

Forkunnugar vitjanir í Betesda sunnudagin

5 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: VÍF vann á Team Klaksvík

6 tímar síðan